Skip to main content

Mentanardagar í Sunda kommunu


Í morgin, hósdagin 14. september, byrja sjáldsama fjølbroyttir mentanardagar í Sunda kommunu í Eydnuni á Oyrarbakka, har ársins mentanaravrik verður handað, og framløga verður um leguhúsið í Nesvík. Síðani heldur skráin fram í øllum bygdunum við framsýningum, mati, kelvarenning, vinnulívstiltøkum, aftankvirru, sangi og tónleiki, heilt til Staksdagur verður í Tjørnuvík við uppboðssølu av veðrum úr Stakkinum, næsta leygardag 23. september.


Sum sæst er Listasambandið við, og fleiri stuttlig heiti eru á mentanarskránni, til dømis ljóðinstallatión hjá Heðini Ziska Davidsen í Tjørnuvík, sum hann kallar Konstant In Opel. Ja, soleiðis er spælandi heitið, Konstant In Opel, har sum reyði krossurin er settur á panoramamyndina omanfyri.


- Í ár hava vit valt, at list skal seta dám á dagarnar. Soleiðis sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, í skránni, nú Mentanardagar verða hildnir í øllum økinum. Myndin er frá temafundi, sum leiðslan í Sunda kommunu helt við Gjógv í mai.

- Fleiri listasýningar eru á skránni, sum bjóða bæði siðbundna málningalist og nútímans ljóðinstalleringar og annað forkunnugt, sigur Heðin, og leggur afturat, at BankNordik savnið kemur norður til Hósvíkar skúla, og tey bjóða øllum borgarum at koma á gátt í samband við stóra morgunmatarborðið í bygdarhúsinum leygardagin. Latið okkum hesar dagar raðfesta felagsskapin og njóta mongu mentanarligu tiltøkini, sum eru í okkara kommunu. Hetta er eisini eitt gott høvi at vitja aðrar bygdir í kommununi. Vit eru øll ymisk, men partur av Sunda kommunu, sigur borgarstjórin í innbjóðandi skránni til Mentanardgar í Sunda kommunu.


Í Tjørnuvík fer Høgni Mohr at geva út bókina Fractura nasi. Framløgan er í bygdarhúsinum í Tjørnuvík leygarkvøldið 16. septembur klokkan 19 eftir hesi freistandi skrá:

Durasnapsur
Eyð Matras lesur fororðini í bókini
Iron Lungs spæla
Smurt breyð, bjór og sodavatn verður bjóðað øllum
Tórbjørn Jacobsen sigur nøkur orð um bókina
Hanus Johannessen hugleiðir
Samvera og sangur við harmoniku og gittara
Til ber at leggja seg í bygdarhúsinum
Sunnudagin klokkan 10 er morgunmatur