Skip to main content

Gott nýtt mitt í Havn!


FIMFF dómsnevndin til arbeiðis á Hotel Tórshavn á middegi í dag. Í kvøld verður avdúkað í Perluni, hvør filmur fær virðisløn á Føroya fyrstu minnilutafilmsstevnu, Faroe Islands International Minority Film Festival. Tað er keramiski verkstaðurin No.10 Leirlist, sum hevur gjørt virðislønina, ið ímyndar filmsrullur av tí gamla kenda slagnum, sum Geytin gekk við frá bygd til bygd.

Frá vinstru á myndini omanfyri síggjast Chris Belloni, dokumentaristur og filmsstevnufyriskipari í Amsterdam, Gizem Bayiksel, filmfotografur, dómsnevndarlimur á Berlinale og fyriskipari av fyrstu og einastu samkyndu filmstevnu í Turkalandi, Birgir Kruse formaður í Geytadómsnevndini, Filmsfelagnum og bloggari, og Vanja Ødegård, sum hevur lisið film í Tróndheimi og stjórnar filmstevnuni Oslo/Fusion.

Klokkan 20:30 í kvøld verður hin litríki amerikanski filmurin Signature Move (Jennifer Reeder 2017), sum eisini er við í kappingini, vístur. Aftaná er veitsla í Sirkus, sum er ókeypis, um tú hevur atgongumerki frá í dag.

Í annaðkvøld kl 20:30 verður koreanski filmurin The Handmaiden (Park Chan-Wook 2016) vístur. Hann er ikki við í kappingini, men hevur strangt 18 ára aldursmark. Kom og hygg hví!

Neyvan havi eg nakrantíð sæð so nógvar spildurnýggjar og sjáldsama ymiskar filmar úr so mongum mentanum eftir so stuttari tíð, ikki minst screeners á netinum til dómsnevndararbeiði. Og júst tað, netið, opinberaði eina nýggja avbjóðing, sum eg ikki havi varnast fyrr, hóast eg havi havt ein mistanka í hálvt annað ár ella so. Tað er syndarliga lága ferðin á netinum hjá Føroya Tele.

Hjá okkum 36 húskjum, sum búgva í Føroya elsta eigarafelag, Tórsbyrgi, mitt í altjóða høvuðstaðnum, ið vil gera seg attraktivan fyri milliardabissiness, er hetta himmalsferðin, sum vit kunnu fáa:


Við hesari hjartanítandi ferð skulu vit 36 húski í Tórsbyrgi møta framtíðini og altjóða samfelagnum fyri tilsamans 20.000, ja tjúgutúsund krónur, um mánaðin pluss beinarar, íð tíðum skulu skiftast og keypast av nýggjum frá sama veitara, tí sagt verður, at júst tað er loysnin, at fáa skjótari internet, so skjótt, sum onnur í Føroyum kunnu fáa, men ikki vit. So hesa tilboðstalvu, har vit bert hava atgongd til fyrsta stig, lati eg av givnum orsøkum standa, nú minnilutastevna er í miðbýnum: