11.9.17

Girl Unbound er besti filmur!


"Virðislønin fyri besta film á fyrstu føroysku Minnilutafilmstevnu, FIMFF 2017 Jury Award Best Feature Film, fer til eina sjáldsama heimildarsøgu um ein djarvan persón, sum gerst fyrimynd í heimlandinum. Hóast løgd undir trýst av sterkum átrúnaðarligum og afturhaldssinnaðum kreftum, eydnast henni at stýra gjøgnum lívið og at náa úrslitum, ið eingin hevði droymt um.


Vit síggja hvussu húskið ikki bara eggjar henni, men eisini verjir hana, tá hon at enda kemur til sættis við seg sjálva. Við at góðtaka seg sjálva, so sum hon er, røkkur hon hægsta máli, so bæði umhvørvið og allur heimurin eisini fær nakað burturúr. Virðirslønin fyri besta film fer til Girl Unbound (Erin Heidenreich 2016)."

Soleiðis grundgav dómsnevndin fyri at velja júst henda filmin at fáa fyrstu viðirsløn í Havn leygarkvøldið.


Nógvir filmar vóru í feature film kappingini, spælifilmar og heimildarfilmar. Millum teir mest áhugaverdu helt eg vera hin litríka og næstan reklamusprelska Signature Move (Jennifer Reeder 2017), sum á sniðfundigan hátt fer fram í Chicago í dag, The Wound (John Trengove 2017), sum annan vegin førir okkum inn í siðbundna antropologi við umskering og hinvegin lýsur nútíðarmenniskjað á xhosa máli í Suðurafrika, og Tom of Finland (Dome Karukoski 2017), sum lýsir ævisøguna hjá kenda finska teknaranum Touko Laaksonen (1920-1991) uttan at verða vulgerur.

Stuttfilmsvirðislønina fekk svenski filmurin Min homosyster (Lia Hietala 2017) við hesum ensku orðum:

"Subtelty is sometimes just as effective, if not more, as bluntness, and this quiet film is in no rush. Taking its time, we get to know and care for the three protagonist. The film perfectly exemplifies how Sweden deals with raising a new generation with a gender neutral and unbiased approach. The concept of this freedom and opennes is also mirrored cinematically in the potrayal of the wonderful landscapes and lingering shots. With exellent acting and directing, it creates a space for families and different generations we all would like to be a part of, teaching us that the important thing is that you love, not who you love."