Skip to main content

Geytin verður aftur í 2018


Norðurlandahúsið boðar í dag frá, at Geytin verður aftur leygardagin 24. februar í 2018. Tá verður Áskoðarvirðislønin, sum Tórshavnar kommuna higartil hevur latið, eisini latin.

Tiltakið Geytin varð fyrstu ferð hildið í 2012.

Í tíðindaskrivinum í dag verður sagt, at nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda nýggjar filmar inn til ársins filmstiltak, Geytan.

- Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til Geytan er tann 5. desember í 2017. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 5. januar í 2018, eru hesi:

1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.
2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
3) Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum.
4) Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember í 2016.
5) Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.
6) Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD.

Geytavirðislønin er nevnd eftir kollfirðinginum og agronominum, Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985, sum feraðist bygd úr bygd at vísa film, har eingin biografur var. Dómsnevndin hevur fingið loyvi frá familjuni at brúka navnið til kappingina, sum seinastu fimm árini hevur verið tað fremsta átak at varpa ljós á føroyska filmsgerð.

Í 2012 vórðu filmsvirðislønirnar, Geytin, sum er 25.000, og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, ið er 15.000 kr, latnar fyrstu ferð á almennum filmskvøldi, sum var í Norðurlandahúsinum 11. desember. Síðani í 2015 hevur Tryggingarfelagið Føroyar latið vinningin. Nú er avtalað við BankNordik at lata Geytavinningin.

Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015 og Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016.

Í 2017 er eingin Geytakapping og heldur eingin Áskoðaravirðisløn.