Skip to main content

Gamalt og nýtt í Tórsbyrgi


Fyri fyrstu ferð í einogfjøruti ár eydnaðist mær at avmynda hendan úr erva, nú hann lá niðri. Ikki tí, einaferð var hann til sandblásingar á Skipasmiðjuni, og eina aðru ferð til umvælingar, men tá hevði eg ikki myndatól. Dagsins sjón hevði eisini borið til úr dronu, ella av tekjuni á ætlaðu kirkjuni á Glyvrum. Tí gamli skorsteinurin í Tórsbyrgi, sum nú liggur niðri, er 20 metrar høgur og vigar 2,7 tons.


Nýggi skorsteinurin er bara tólv metrar høgur, har hann stendur í baksýni við hitamiðstøðina, og vigar hálvtannað tons. Teir báðir gomlu ketlarnir fyltu alla hitamiðstøðina. Nýggi ketilin er so lítil, at hann stendur í einum rúmi aftanfyri. Plássið, sum teir tóku, er nú felagshús hjá 36 húsum í Tórsbyrgi. Liturnýtslan, sum nú er umleið 60000, var fyrstu tíðina væl hægri. Men vit hava bjálvað meir, og nýggja fýringin er effektivari enn tær báðar gomlu. Gamli skorsteinurin, sum nú liggur í túninum, verður skorin í fýra og sendur til endurnýtslu sum gamalt jarn. Tað var í tøkum tíma, tí hann var rustaður og stóð til at falla, helst út móti parkeringsplássinum. Tað hevði ikki verið lukkuligt.