21.8.17

Tunglyndi plágar helvtina av LGBTarum


Við hesari mynd og í tíðindaskrivi í dag boðar LGBT frá nýggjari heilsukanning, har 158 limir luttóku. Úrslitið vísti, at føroyskir LGBTarar hava lutfalsliga ringa sálarliga heilsu, og á fleiri økjum er støðan sera skakandi, sigur felagsskapurin.

- Tørvurin á bráfeingis sálarligari viðgerð er stórur. Leitað verður nú eftir fígging, so farast kann í gongd við at gera nakað munagott við hesar trupulleikar, sigur LGBT í tíðindaskrivinum, sum eisini staðfestir, at stigmatisering, fordómar og mismunur av hesum málbólki skapar eitt fíggindaligt og strongt sosialt umhvørvi, ið hevur við sær, at hesin minniluti í alt ov stóran mun fær álvarsamar sálarligar trupulleikar at dragast við. LGBT boðar frá, at ætlanin er at seta eitt væl útbúgvið toymi við professionellum fólkum, sum kunnu leiða sjálvhjálparbólkar.

Føroyska heilsukanningin vísur, at næstan helvtin (49%) av føroyskum LGBTarum í eitt longri tíðarskeið hava kent seg tunglyntan, meðan 11% siga seg ivast. Bara 40% siga seg ikki hava verið tunglynt í eitt longri tíðarskeið í sínum lívi.

LGBT ber úrslitini saman við heilsukanningina hjá Fólkaheilsuráðnum í 2015.

- Har søgdu bert 4% av øllum føroyingum, at tey vóru “sera darvaði” av tunglyndi síðstu 14 dagarnar. Gott 21% søgdu seg vera “eitt sindur darvaði” av tí sama. Sostatt bendir nógv á, at LGBTarar í Føroyum líða tvífalt so nógv av tunglyndi, sum miðal føroyingurin í kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum, sigur LGBT.

- Heili 56% av føroyskum tví-, sam-, og tvørkyndum siga seg til tíðir kenna angist, sum avmarkar viðkomandi m.a. við, at ikki vilja vera saman við øðrum fólki ella vitja ávís støð. Sambært kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum eru í miðal 18% av øllum føroyingum “sera” ella “eitt sindur” darvaði av angist. Etingarólag er eisini ein stórur trupulleiki millum samfelagsbólkin. Triði hvør (33%) LGBTari í Føroyum hevur ella hevur havt etingarólag, meðan 35% hava roynt at skatt seg sjálvan við t.d. cutting. Eingin kend føroysk hagtøl eru fyri miðal føroyingum hesum viðvíkjandi, sigur LGBT.