Skip to main content

Til lukku, Jón Sonni!


Fram til 12. august hevur Jón Sonni Jensen framsýningina Viscera-Construct í granskarasetrinum iNOVA við Hoyvíksvegin í Havn. Á Facebook profilinum hjá framsýningingini skrivar Jón Sonni:

I am absolutely thrilled to be able to announce that the largest art foundation in Denmark, The New Carlsberg Foundation, have invested in six, maybe seven of my pieces from my current exhibition 'Viscera-Construct'. This is a huge honour and I'm still trying to realize what has actually happened! You can still see the exhibition, it's open until the 12th August. That's at iNOVA, Hoyvíksvegur 51.

Kinna Poulsen skrivar á Listaportalinum, at "Framsýningin Viscera - Construct er...gjøgnumførd og stórsligin. Heitið á framsýningini sipar bæði til organiskar innvølir og byggivirksemi. Verkini eru tilfarsgranskandi við denti á mótsetningar sum flótandi og hart, tungt og lætt, organiskt og mekaniskt og harvið tykist staðsetingin av framsýningini í einum vísindaligum granskaraumhvørvi uppløgd og væl hugsað. Tað er av sonnum hugaligt at síggja føroysku listina spríkja fram á nýggjum og øðrvísi pallum."


Saman við Oggi Lamhauge hevur Jón Sonni gjørt búmerkið og grafiska hondbók fyri fólkakirkjuna, nú 500 ár eru liðin, síðan reformatiónin tók seg upp, tí týski munkurin Martin Luther (1483-1546) hin 31. oktober í 1517 setti 99 tesur í kirkjudyrnar í Wittenberg í Týsklandi. Tesurnar vóru ímóti katólskum avláti.

Búmerkið hjá Oggi og Jón Sonna, sum tekur støði í Luther-rósuni, sæst á brævpappíri og tiltkøkum hjá kirkjuni. Og nú skúlarnir byrja, fer kirkjan at bera eina teknirøð um Luther, sum Nám hevur givið út, í hvørt hús, saman við einum temahefti, sum burturav er um Luther og reformatiónina. Nám hevur eisini gjørt ein temasíðu til undirvísing við uppgávum um Luther og reformatiónina.


Saman við Trinu Gaard, sum eg avmyndaði á ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum í fjør, og í ár hevur fingið heiðurin at skipa somu framsýning, hevur Jón Sonni sniðgivið nýggju jazz og blues barrina Blábar, sum læt upp í miðbýnum í Havn á ólavsøku, har Skilling var fyrr. Tað er júst í andanum hjá Luther. Til lukku við øllum hesum spennandi virksemi, sum nýdefinerar listalig sambond og skerpir grafiska sansin í Luther árinum!