2.8.17

Summarútvarp


Var eitt rend í einum bókahandili, og leitaði eftir eini bókagávu. Meðan eg skoði ovurhonds nógvu bøkurnar á hillini, taki onkra upp í hondina, vigið og meti og ditti mær at blaða í onkrari, kemur tann tanki til mín, at tað er gott, at ikki alt verður lisið og ummælt so nógv, sum útvarp verður hoyrt og lurtað eftir. Nógv av tí, sum kemur út í bók er so lítið nýskapandi, fyri ikki at siga einkisigandi, at eg gerist móður í hond og huga.

Annarleiðis er við Útvarpinum.

Hóast summarskráin hjá Kringvarpinum altíð hevur verið ein gírig spariskrá, har hugt verður aftureftir, meðan løtt verður til komandi vetrarskrá, er meir enn so okkurt glógvandi nýtt í aktuellu summarskránni.

Eins og ilt er at fáa fulfíggjað yvirlit, tá umræður heimligar bókaútgávur, er eins trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at fáa alt við, sum sent verður í Útvarpinum í hægstu feriutíð, hóast bara verður sent um dagin, og góðu, gomlu útvarpskvøldini eru farin í søguna.

Men tá Útvarpið tendrar, bara tú fert í køkin, á vesi ella í bilin, so er nógv, sum krøkir í og rínir við.

Fyrsta orsøk til hesa positivu medialu støðu er altíð identifikatión. At vera í synch og í touch.

Í sendingini Summartíð, sum hevur verið seinrapartar í Útvarpinum, havi eg javnan heft meg við tey ógvuliga ymisku men altíð góðu avrik, sum Ingi Rasmussen hevur staðið fyri. Væl fyrireikaður og so smittandi engasjeraður er hann í øllum evnum, antin tað er vitborið smalltalk um eina 50 ára gamla poppplátu, ella ein viðkvom samrøða, sum tann við Petur Rouch, har verturin og spyrjarin, okkara vegna, hevur sett seg inn í persónliga lívsleið hjá gestinum og í avleidd almenn evni, so hevur ein hárfín timing altíð verið í prátinum, kanska sum ein fótbóltsdriblari av teim fermastu. Synch og touch eru lyklaorðini.

Fleiri eru á liðinum, og eftir ólavsøku hevur sendingin fingið Eyðfinn Jensen á vøllin. Í fyrsta leiki herjaði hann á larmandi skip, oftast russarar, sum eg plagi at kalla klondyke dangur, tá eg síggi tær úr køksvindeyganum. Hóast Eyðfinn býr á økinum og ikki upplýsti tað, er tað allan heiður vert, at kunna gera so borgara-drivið summarútvarp um ein álvarsligan trupulleika, ið er larmur, sum eingin tekur í álvara, hóast hann forpestar lívið hjá fólki, meðan pengamaskinan Tórshavnar Havn grínur eftir teim klagandi og órættaðu, og ikki rættir hond frá síðu. Borgarstjórin fer tó víðari við málinum, nú tað er sett á skrá.

Frálíkt summarútvarp, har eg samanumtikið ikki haldi, at so nógvar telefonir verða brúktar, sum í teim líknandi, men munandi veikaru sendingunum Summarmorgun, hóast lurtaratalið um morgunin helst er munandi hægri.

Har, og annars alt ov ofta í Útvarpinum, verður ringt við telefon, at fáa eitt prát við høgan og lágan. Er tað ikki ein stunari, er nærveran burtur.

Plagi at siga, at skal argumentið fyri einum telefonpráti halda, so skal tað vera eitt forsetamorð. Ikki minni. Vit hava so væl útbygt samferðslunet, at til ber at hitta samrøðupersónin við mikrofon. Ikki er neyðugt at oyðileggja góðar samrøður við elendigari telefon ella enn verri Skype sambandi.

Fyri áratíggjum síðan bar til at tosa við ISDN linju um alla klótuna, sum vóru vit í somu stovu. Nógv er hent síðan tá, so hví skal tekniski kvaliteturin á eini annars góðari samrøðu so ofta sleppa at oyðileggja mediala úrslitið?

Mítt svar er eittans: dovinskapur. Og kanska eitt afturat: ein manglandi redaktørur.

Hóast eg í sínari tíð gjørdi útvarpssendingar í 28 ár, hevði eg aldri ein redaktør, hvussu ymsar sendingarnar so vóru. Hugsi ikki tað er frægari í dag. Sum vertur vart tú tín egni konseptuppfinnari, innihaldsprodusentur, upplesari, klippari, plátuvendari - og redaktørur. Tað hevur altíð verið eitt einsligt arbeiði at gera útvarp. Hugsi ikki, at nakað er broytt í so máta.


Sami redaktørmangul er galdandi, tá vit koma til mesta ambitiøsu einkvinnuútverpssending í summar.

Frá fyrsta andadrátti hjá rørdu konuni, ið greiddi frá um havið í byrjanini í montasjurøðini Sjógvurin og vit hjá Birgith Lassen, varð eg fangaður. Hetta var bæði catchy og álvarsligt. Instant identifikatión. Hóast har vóru tekniskir feilir, og onkur í næstu sending slapp at tosa í so nógv og leingi við ivaleysa nógvum fremmandaorðum, og onkur búskaparmaður seinni hevur kravt, at fáa eina hagfrøðiliga rætting á heimasíðuna hjá sendingini - og endaliga, at frásøgurøddini onkuntíð kann nærkast eini ófyrigeviligari monotonari trom - so hevur fokuseringin, ella varpingin á evnið, í alt summar verið hugtakandi.

Hagreiðingin, sum er løtt útvarpsmontasja, hevur á hugtakandi hátt drigið óvæntað ymisk tjøld frá, so lurtarin fær innlit í havið og tann týdning, tað hevur í ódn og í logn, sum gevari og takari, ið ikki bara skilir sundur, men eisini skapar sambond og møguleikar.

Gott útvarpsarbeiði, sum hevði verið betri, um arbeiðsplássið spanderaði ein redaktør til so ambitiøsar og umfatandandi sendingar, ið eru tíggju í tali.

Eitt útvarpssummar mitt í hálvfemsunum gjørdi eg sjálvur leygarkvøldsrøðina Kon-Tiki í átjan tímapørtum. Tað var fantastiskt at koyra oman á bryggjuna, og hvønn dag tendra mikrofonina upp í nasarnar á fremmandafólki, sum komu higar í báti og høvdu eyguni full av havi, og at hitta sjófarandi føroyingar sum Trónd Patursson, ið eru frásøgufólk við serligari útvarpsstyrki.

Men hóast ofta monoton, spleysar kvinnuverturin allar teir menn av, sum eg higartil havi hoyrt siga frá um havið í Útvarpinum.

Og tá man samstundis fær hug at gera útvarp, er tað eisini eitt slag av inspiratión, sum eg persónliga takki fyri sum lurtari og bloggari. Takk, Birgith!