29.8.17

Okkum tørvar satiru


Í morgun var sjáldsama væl upplagt útvarpsprát um eitt íslendskt yrkingasavn, Bónusljóð, sum Sanna Andrassardóttir Dahl hevur umsett til føroyskt, Bónusyrkingar, og kemur út á forlagnum Ungu Føroyar, samstundis sum upphavsmaðurin, Andri Snær Magnason (f.1973), vitjar. Hann er fyrr týddur til føroyskt, Søgan um bláa knøttin, sum varð so vælumtókt barnabók, at hon er púra útseld.

Satiruskemtarin Snær varð so braneggjaður í 2016, at hann stillaði upp til forsetavalið. Til valdystin hevði hann kosið sær trý mál: tjóðargarð í hálendinum, nýggja stjórnarskrá og at røkta landsins tungumál. Fantastiskt!

Á Facebookvanganum skrivar Andri Sær soleiðis um sjálvan seg og um føroysku útgávuna:

Bónusljóð á Færeysku - kemur út:

BÓNUSyrkingar 44% meira - Endurnýtsluútgáva!

Andri Snær Magnason er kendur íslendskur rithøvundur og umhvørvistur. Hansara BÓNUSyrkingar er eitt tað mest selda yrkingasavn í søgu Íslands, og nú er tað her á føroyskum í serstakari útgávu. Yrkingasavnið hevur tilvísingar í ymsar ættir, er skemtingarsamt og á vistfrøðiliga bógnum:

Snjóhvíta
Snjóhvíta kann ikki keypa sixpack
dvørgarnir eru nevniliga sjey
sjey litrar av mjólk, sjey breyð
sjey skjúrtur, sjey pør av sokkum, sjey skitnir tallerkar
sjey skitnar undirbuksur, sjey dagar í vikuni
Sum vanligt ætlaði hon
at stappa tey sjey geitarlombini í kurvina
men hálsaði um
keypti sær eina fløsku av reyðvíni
og sjey eitrað súrepli

BÓNUSyrkingar 44% meira lýsa eina guddómliga gleðiferð ígjøgnum gandaverð Bónushandlanna.

Sum gløggi lesarin hevur skilt, so er íslendska orðið fyri yrking, tað er tekstur í bundnum máli, nakað so flúgvandi poetiskt sum ljóð. Bónusljóð.

Tað fekk meg í morgun at hugsa um manglandi poetiskt flog í standardføroyskum krukkumáli, har floygdur skaldskapur verður borin fram á bundnamannamáli. Men so lendi eg á teirri enn størri sannkenning, at satira er longur burturi í dag en bundnamannamál. Satira er ikki til longur á føroyskum. Sjálvt á ólavsøku kundu vit ikki longur uppliva stundentakabarett, Sosialurin hevur ongan Høgna, og einki Fríggadagsprik hevur verið í eitt mannaminni ella so. Gamaní hevur GMF roynt seg við varisligum alternativum tíðindum, men tað er ov bleytt og ikki satira av tí slagnum, sum eg sakni. Onkur útlendskur uppistandsskemtari hevur vitjað við heimlandsskemti, sum eg ikki havi førleika at skilja, tí tað er á teirra móðurmáli.

So Ungu Føroyar, takk fyri at tit fluttu rannsakandi íslendska satiru inn í okkara mál. Tað var dagsins gula bónus!