Skip to main content

Ísrael í Filmsfelagnum


Maja Tjørnelund Sørensen, sum á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn hevur ábyrgd av mentanarligum tiltøkum í Danmark, Føroyum og Grønlandi, hitti í gjár Filmsfelagið.

Ørindini vóru at hoyra um felagið og søguna, sum røkkur heilt aftur til 1962 í Havnar Bio, og teir festivalar og frumsýningar, sum Filmsfelagið hevur skipað fyri gjøgnum árini.

Maja er úr Rødekro í Suðurjútlandi. Hon hevur lisið søgu í Keypmannahavn, og arbeitt á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn í tilsamans fimtan ár. Upprunaliga var tað mamman, sum er úr Ísrael, ið kveikti áhugan fyri mentanarligum arbeiði í hesum høpi, sigur Maja, sum einaferð fyrr hevur vitjað í Føroyum.

Eftir fundin er semja millum partarnar um at vísa nýggjan ísraelskan film í Havnar Bio miðskeiðis í november, og seinni medvirka í at menna tiltakið, møguliga við master-class undirvísing saman við øðrum áhugaðum, tá ísraelskir filmsleikstjórar vitja higar í sambandi við filmsýningar næsta ár og framm eftir.

Ísraelsk filmsgerð er í stórari menning og fleiri áhugaverdir filmar, ið viðgera kompleks evni, eru á altjóða filmsmarknaðinum beint nú. Besta dømi er sjónvarpsrøðin Homeland, sum upprunaliga er úr Ísrael. Hon byggir á ísraelsku sjónvarpsrøðina Prisoners of War, sum Gideon Raff (f.1973) gjørdi í 2010. Umframt til USA er sjónvarpsrøðin eisini seld til India, sum í mong ár hevur verið tað land, ið ger nógv flestar biograffilmar, um 1600 filmar í spælifilmslongd, á hvørjum ári.

Eftir samstarvsavtalu millum táverandi løgmanni, Atla P. Dam, og indiska sendiharran í Keypmannahavn, skipaði Filmsfelagið í 1986 fyri indiskum filmsdøgum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum.

Støðið, sum ísraelska sendistovan í Keypmannahavn higartil hevur bygt á, tá umræður árliga tiltakið Ísraelskir Filmsdagar, er arthuas biografurin Øst For Paradis í Aarhus. Nú er so ætlanin at víðka virksemið til Havnar og møguliga til Nuuk eisini. Nærri verður kunnað um teir ísraelsku filmar, sum verða vístir á skránni hjá Filmsfelagnum í ár.


Vetrarskráin hjá Filmsfelagnum byrjar við Filmsdøgum í Felag 20.-24. september, tá eisini Barnabio og Eldrabio verður. Skráin sást á Facebook profilinum hjá Filmsfelagnum og á heimasíðuni hjá Havnar Bio.

Regluliga vetrarskráin hjá Filmsfelagnum við mikudagsfilmum verður kunngjørd á somu støðum.