Skip to main content

Føroyakortið ongan politiskan áhuga



Nú skrivar danska avísin Politiken um eina dansk-grønlendska avtalu, um at tekna sjókort í Grønlandi. Orsøkin til at blaðið varpar ljós á hetta at síggja til ótýdliga kolonievni er, at nú er avtalaða arbeiðið steðgað.

- Tað er ein skandala, sigur danska avísin.

Men er kollsiglda sjókortaavtalan ein skandala í Grønlandi, so er hon eins stór í Føroyum. Tí málið at tekna okkara egna øki á klótuni er aldri yvirtikið og komið á føroyskar hendur, so tú kanst fara inn á ein navnsnevndan stovn at fáa nýggjasta kort í hondina, ella bara til pynt á vegginum.

Alt tað eg veit, hevur eingin politikari sýnt tí áhuga. Heldur ikki landstýrismáðurin við ábyrgd fyri Føroyakortinum, sum eg bjóðaði uppá besøk við skrivstovustjóra á heysti í 2012, tá tveir metrar vórðu kliptir av okkara hægsta fjalli.

Tí er støðan í Føroyum enn soleiðis, at hvørja ferð ein almennur upplýsingarstovnur vil prenta eitt ókommersielt kort av okkara egna landi í okkara egnu bókum á okkara egna máli í okkara egna skúla, tá mugu vit søkja Geodatastyrelsen um loyvi, og betala teimum avgjald fyri kort, sum ikki eru dagførd. Tey búgva forrestin á Rentemestervej.

Í so máta eru vit verri stødd enn ein donsk kommuna, sum altíð kann lýsa egið økið í 3D og tað dagført.

Tí var tað fantastiskt at ein einstaklingur herfyri sjálvur teknaði eitt Føroyakort í egnari hond. Eingin annar gjørdi tað. Og politikararnir reagera ikki. Livst, so spyrst!