Skip to main content

Zombie faðirin deyður


George A. Romero (1940-2017) avmyndaður í samrøðu við Laurent Pecha í Venezia í 2009. Fotografur er Nicolas Genin. 

Innan film er ein serlig listarlig sjangra, ið rópast zombie filmur, sum er ræðufilmur, har tey deyðu verða livandi. Umframt at verða greiður ræðufilmur, hevur zombie filmur ofta ein satiriskan tóna, ið vil sipa til og kommentera dagsins samfelag.

Hóast sjangran er eldri, verður sagt, at tað var leikstjórin George A. Romero, ið grundaði hana við filminum Night of the Living Dead í 1968.

Í gjár doyði Romero, 77 ára gamal av krabba í lungunum. Hann var føddur í New York og doyði í Ontario í Kanada, har hann livdi og arbeiddi. Pápin var av Kuba og mamman úr Litava.

Romero vann 13 filmsvirðislønir. Í fimm førum varð hann eisini skotin upp at vinna, men uttan úrslit. Kendasta filmstevna av hesum fimm var hin árliga í Venezia, har Romero varð skotin upp at vinna Gyltu Leyvuna fyri filmin Survival of the Dead (2009).

Í ensk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum stendur um fyribrigdið zombie, at tað er knýtt at fólkatrúgv, og merkir "ein uppvakningur, ein sombi, ið er lík, sum er fingið til lívs aftur við gandi."

Í Føroyum hevur Jónfinn Stenberg í nøkur ár arbeitt við einum zombie filmi í spælifilmslongd, sum er tikin í Havnargøtum við hópin av zombie statistum.

Niðanfyri er Jónfinn avmyndaður tá hann saman við Jóanesi Lamhauge vann áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar kommunu fyri stuttfilmin Tunnan á Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum í 2015. Á seinnu myndini niðanfyri filmar Jónfinn í apríl í ár fyri Dagmar Joensen-Næs í Skjólinum hjá Bláa Krossi í Havn, har Tummas Jákup Thomsen var evnið.