Skip to main content

Seðlarnir komnir út


Marglittu ferðafólkini skoða úti yvir Sandagerð og undrast av Hospitalsvegnum, meðan reyða rákið eina stutta løtu rennur út úr opna sláturhúsinum. Vælskipaða drápið er liðugt, hálvtannaðhundrað hval sigur Útvarpið, og eftir er sjálvsagda blóðið. Alt andar frið og ferðafólkini halda ondini hesa lítlu løtu.


Reyðu seðlarnir eru longu komnir út. Teir eru settir á ein BMW í Stoffalág við áminning um, at nummarspjøldrini mangla.


Enn fleiri seðlar eru komnir út í Havn í dag. Meðan seinastu heilsanir verða bornar út úr kirkjuni í líkvognin, síggjast hesir áminnandi gerandisseðlar í kirkjutúninum, har lívið júst er byrjað.


Úti við Kaikioskina hevur onkur málað í nátt. Hon er so ikki blivin ljótari, kioskin á havnarlagnum í Havn. Men í grannapylsuvogninum vita tey ikki, hvat hetta endar við.


Í fyrsta bussskýlinum úti við Strond er summarsýnið yvir Skansan býtt út á so nógvar seðlar, at tað næstan er fraktaliserað, býtt í brytlar. Sum í gátu. Gott vikuskifti!