Skip to main content

KvF er størsta avbjóðingin


Kringvarpið veit nú at siga Føroya fólki, at ferðavinnan í Íslandi er ein stór avbjóðing. Tað veit Kringvarpið frá føroyska sendimanninum, sum hevur verið í Reykjavík í tvey ár. Tað er ikki eingang feyk njús.

Sum lurtari og rindari haldi eg, at ikki bara størra, men størsta avbjóðingin hjá Kringvarpinum er at brúka sendimenn. Ikki teir, ið gera sendingar, ella arbeiða á Sendistovuni, men útsendingar landsins, ið eru bundnir at tí arbeiðsgevara, sum einaferð sendi tey á embætisferð, og helst skal tilbereiða teimum ein betri stað eftir lokna og trúgva tænastu.

Faktiskt haldi eg, at her eru størri møguleikar fyri skitnari tónum enn í nøkrum feyk njús broti. Og tað púra uttan journalistiska nyttu.

Latið vera við at brúka sendimenn landsins. Vaksið heldur um óhefta journalistiska førleikan við at brúka eitt fakfólk til reportasjur, tá okkurt leikar á í okkara grannalondum.

Ein sendimaður er aldri ein journalistur. Stendur hann einsamallur sum kelda, er hann í mínum høvdi longst vekk frá einum óheftum journalisti í landsins - og mínari - tænastu.