Skip to main content

Fyrrverandi forsætisráðharri setur Faroe Pride


Fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir og kona hennara, Jónína Leósdóttir, luttaka í ársins Pride-skrúðgongu og seta árliga tiltakið, sum endar á Vaglinum. Tað boðar nevndin í LGBT frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Umframt ókeypis konsert við Danny frá Danny & The Veetos, Heiðriki á Heygum, eini serligari Ælaboga kavalkadu o.ø., so verða Ársins Hinskynd heiðrað á pallinum eins og Ársins Róland og Ársins Miðlavirðislønin verða lætnar.

Tað er áttanda ferð at LGBT skipar fyri Faroe Pride undan ólavsøku.

- Síðstu árini hevur tiltakið drigið ymisk navnafram føroysk og útlendsk fólk til sín. Eitt nú Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóra í Havn, Jón Gnarr, fyrrverandi borgarstjóra í Reykjavík, Marjun Bæk, prest, og fyrrverandi amerikanska sendiharran, Rufus Gifford. Í ár hava fyrrverandi forsætisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónína Leósdóttir, játtað at luttaka í og at seta ársins Faroe Pride, sigur LGBT.

- Umframt at vera fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Íslandi, so var hon eisini fyrsti opni samkyndi landsleiðarin í heiminum. Hetta er fyrstu ferð, at fyrrverandi forsetisráðharraparið vitjar aftur í Føroyum, eftir nógv umrøddu almennu Føroyavitjanina í 2010, sigur LGBT og upplýsur, at skrúðgongan, sum endar við ókeypis Faroe Pride konsert á Vaglinum, byrjar uppi við Tórsvøll 27. juli kl. 16.00.

Nevndin í LGBT lovar, at eins og undanfarin ár, fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur.

- Ætlanin er veruliga at seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætlað LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.

Stóra tivoliøkið hjá Tórshavnar Ítróttaráð á Skálatrøð letur somuleiðis upp í samband við Pride og er opið til á miðnátt.

FIMFF sýnir film í Perluni

Faroe Islands’ International Minority Film Festival (FIMFF) er ein nýggjur pallur at skapa kjak og samfelagsbroytingar umvegis film og list. Kjak og spurningar, ið hava ávirkan á LGB+ og QTPOC (queer, trans and people of colour) persónar. Festivalurin verður hildin fyrstu ferð í Havn tann 7. - 10. september 2017.

Í samband við Pride, og fyri at varpa ljós á komandi filmfestivalin, fara FIMFF og LGBT Føroyar í felag at vísa ein nýggjan dokumentarfilm 24. juli, kl. 19.00 í Perluni. Talan er um dokumentarfilmin ”Political Animals”, ið snýr seg um fýra amerikanskar kvinnuligar politikarar, ið hava staðið á odda fyri at fáa hjúnabandslógina broytta í USA. Aftaná sýningina verður prát við fýra føroyskar kvinnuligar politkarar, sum hava gjørt tað saman í Føroyum.

Fagna endaliga broyttu hjúnabandslógini 

- Túsundtals føroyingar hava undanfarin ár luttikið á Faroe Pride, sigur LGBT í tíðindaskrivi í kvøld. Hesi fólk hava kravt javnrættindi fyri allar føroyingar, og eitt nú at føroyska hjúnabandslógin verður dagførd. Eftir tógvið stríð samtykti meirilutin í løgtinginum í ár endaliga at javnseta samkynd við hinskynd í føroysku hjúnabandslógini. Hesin sigur verður fagnaður við ársins Pride, sigur LGBT.

Tíðindaskrivið frá LGBT endar við hesi almennu áheitan:

- Bardagin fyri fullum javnrættindum í Føroyum er tó langt frá komin á mál. Enn eru nógvir bardagar at berjast og mismunir at vísa á. LGBT Føroyar heitir tí á allar føroyingar, ið ynskja einar fjølbroyttari, rúmligari og javnrættari Føroyar, um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2017 - til gaman og til álvara.