Skip to main content

Felagið á mentaferð í Klaksvík


Leygardagin skipaði Felagið hjá Amariel fyri ekskursión til Klaksvíkar. Dokumentaristur á ferðini var William, sum her avmyndar formannin saman við Einari Waag í móttøkuskálanum hjá Føroya Bjór.

Ferðin, sum hevði staðbundið listarligt virksemi sum gróðrarbotn, byrjaði við leið 400 á Farstøðini í Havn, har vit kundu staðfesta, at listarliga virksemið á vegginum í Keikioskini stavar frá grannahandlinum Bob and Marilyn's.


Meðan morgunin var gráur í Havn, er sólskinsdagur í Klaksvík. Sýnið er av tí fagrasta.

Mitt fyri er íbúðarbygningurin hjá Osbjørn Jacobsen, sum Bústaðir byggja í fimm hæddum undir heitinum Biskupstorg. Her verða 30 íbúðir lidnar í vetur. Í stødd eru tær frá 40 til 110 fermetrar, sum kunnu leigast fyri 4500-8000 krónur um mánaðin.


Her hendir so nógv í Klaksvík í dag, at mær kemur til hugs griksku oyggjayrkingina Tusinde master i regn hjá Williami Heinesen í Panorama med regnbue (1972), sum Carl Johan Jensen týddi til Mastra-skari í regni, tá Tórshavnar kommuna fylti 100 sum fólkavald kommuna í 2009:

Ein sovorðin herlig verðslig bygd!
á farstøðini við ferjustaðið verður bygt út nú 
og tjúknir av byggipøllum tarna.

Ein skjótan munn av beiskum brennivíni
og avstað út í oynna hjá Cythere.

Síðan út í pallaskógin
síðan út á fjørðin
í bróstinum vellur og bralar.

Gandaða regn, gandaða toka,
Gandaða hvønndagsverð,
slups, krapi og runa.

Sum tað kortini er gott og rætt.
Sum alt lítilsvert er vælsignað
um baktjaldið bert er lívsfrískar vónir!


Alex Sólstein greiðir ferðafólki frá um kirkjuna og altartalvuna. Í kirkjukjallaranum gera tey klárt til brúdleyp.


Okkara ørindi eru at hitta Edward Fuglø, sum skal greiða okkum frá um tey tíggju rundu relieffini, ornamentasjónirnar, sum hann gjørdi á vári í 2013 undur heitinum Jesus úr Nasaret úr endurnýttum tilfari, tá altartalvan varð umvæld.

Nils Orth sigur, at Edward hevur valt sirkulin sum skap, ævinleikasúmbolið, sum eisini er ein listalig tilskapan.

- Myndirnar skulu bæði laga seg eftir runda skapinum, men so sanniliga eisini geva tí mótstøðu, og báðar partar hevur Edward loyst við meistaraskapi. Figurarnir boyggja seg eyðmjúkt fyri rundinginum í rammuni, men aðrastaðni standa teir stinnir, sum var ramman ikki til.


Botnurin er ein 2 cm tjúkk bjarkarpláta, sum er 135 cm í tvørmát, kantað við einum 2 cm breiðum messinglista, ið er upprunaligi fótlistin á útskiftu stólunum í kirkjuni.

Edward ger vart við endurnýtslu, sum ikki bara er ítøkiligt fyribrigdi, men eisini er kjarnin í kristnu transformatiónini, at standa upp av nýggjum.

Á rundu pláturnar, ið Edward eisini lýsir sum skjøldur hjá heidnum víkingum, ið nú binda frið, eru límað rá, oljað ella málað træpetti. Tilfarið er grann, afrikansk bubinga og zebrano, og fura, sum er frá gomlu blindrammuni á altartalvuni í erva. Harumframt hevur Edward funnið reka, brúkt amboð og lutir - og fyrstu kontaktina í Klaksvík.


Í faldaranum, sum liggur framm í kirkjukjallaranum, sigur Nils Orth, at máttmikli dámurin í relieffunum er serliga neyðugur fyri, at verkini kunnu gera vart við seg í tí rættiliga djúpa fundarhølinum, sum er myrkt og við lágum lofti.

Saman við søgunum hjá Edwardi um relieffini, er hetta ein sjáldsama hugfarslig uppliving. Til dømis søgan um hin unga Jesus, berføttur í ljósum kirtili, mitt fyri, og illbrýnti dómarin, ovast til vinstru, ið sum ongan ting kann knúsa eggið hjá alvanum. Púra greitt ein persónlig tilsiping.


Við sínum sjónligu kubbum eru relieffini eitt slag av putlispæli. Innsettir kubbar úr træ, steini og øðrum tilfari í ymisum litum. Relieffini kunnu minna um eitt landakort við hæddarstrikum, men við forskjótingum, sum eru so stórar, at alt fær ein upploystan, næstan kubistiskan dám, tá tú sært verkið tætt hjá ella frá síðuni. Harafturat koma smáar innsetingar av rekaviði, slitnum jarnpettum og brendum lutum av Jákup B, sum umframt sterkan súmbolikk geva trærelieffunum ein dám av kollagu við lokalum tilsipingum.

- Einfeldi og fjøltætti fylgjast, við tað at søgan verður ríkað av teirri prýðing, sum tey abstraktu viðarskapini, ofta í ógvisligum rútmum, veita heildini, skrivaði Norðlýsið, tá verkið fyrst ferð varð sýnt fram í juni í 2013, tá Christianskirkjan fylti 50 ár.

Fjøllini kring Klaksvík eru ein greiður frásøgulutur, men taktila styrkin í verkinum verður avdúkað, tá Edward vísur, hvør eigur hondina.


Undir kønu hond Edwards fara vit síðan oman í Posthúshjallaran, sum nú er høli hjá Norðoya Listafelag. Bara gólvið, sum er rivnað betong, og rúmið alt, boðar frá góðum.


Fyrsta rúmið, sum er púra rátt, eigur Guðrið Poulsen.


Norðoya Listafelag sigur, at jaligar listarligar rembingar eru í býnum.

- Býráðið hevur við keypinum av posthúsinum, sum annars verður 50 ár í ár, lagt lunnar undir eina nýggja listarliga kós. Posthúsið, við einari størri uppíbygging, fer í framtíðini at hýsa einum stórum parti av mentunarlívinum í býnum. Her fer listafelag, sjónleikafelag og tónleikur av ymiskum slag at húsast, her verður stórur pallur til framførslur og ymisk hølir til framsýningar o.a. Við SUMMARLIST 2017 vóna vit at skumpa undir góða listarliga rákið, sigur Norðoya Listafelag, sum hevur kommununa, Posta, Frímerkjadeildina og betri sum stuðlar.


So er ein betri biti at fáa í Gamla Seglhúsinum, har Anker Mortensen sýnir fram 21 spennandi verk. Tey bera øll hóskandi hetið Víkin fagra. Undir einum av stóru bláu málningunum sita teir báðir Øster.


So eru vit uttanfyri, og síggja nøkur av eyðkendu húsunum fram við friðfyltu vágni í Klaksvík, innan vit fara inn til Einar í Føroya Bjór.


Hey, har er Norðan, sigur Amariel og peikar á lítla deksbátin, sluppungan sum suðringar siga, ið liggur hinumegin, framman fyri skúlaskipið Dragan.


So er Amariel mitt í Verðini, heima í Klaksvík.


Einar greiðir frá um søguna hjá familjuni og brýggjarínum, og um serligar avbjóðingar, sum hava verið á leiðini.

Fyri fjórðingsøld síðan søktu tey fyrstu ferð um loyvi at destillera whisky. Jógvan Dahl, sum var við í ferðalagnum, kundi eisini upplýsa um, hvussu trupul umsitingin var at fáa á tal, tá hann og Finnur Lutzen ætlaðu at gera snaps úr hvonn.

- Men nú eru nýggjar tíðir, sigur Einar, og vísur til fyrstu destillering, dropatøku, frá oktober í fjør, sum verður tøk á fløsku um hálvt triðja ár.

Vit sluppu at kenna andan úr tunnuni og kunnu við vissu siga, at bæði EinMalt í Havn og NorMalt í Klaksvík, kunnu gleða seg. Angin av sjerri er framúr. Eg vænti og vóni, at hetta verður nýggja føroyska tjóðareyðkennið, sum altjóða samfelagið fer at leggja merki til - whisky frá Føroya Bjór í Klaksvík.

  
So fara vit yvir um vegin niðan í móttøkuskálan at smakka eitt úrval av bjóri. Fyrst eina blonda hveitiøl, síðan eina Sluppøl, sum er meir enn tvífaldað í sølu, eftir at hon fekst í hálvliturs blikki, og at enda eina ófiltreraða cask øl úr sjerritunnu og við góðum gersmakki.


Ikki minni áhugavert var eitt íslendskt kort hjá Einari yvir føroysk skip, sum fórust á Suðurlandinum og kring Ísland frá Bella og Löwenörn í 1882 og upp til okkara dagar. 

Hóast allar søgur um burturgingin skip eru syndarligar, so er søgan um Ernestinu kanska hin mest syndarliga. Umframt yvirlit á breddanum á kortinum, eru skipini eisini teknaði á Íslandskortið, har tey fórust.



Seinasti partur av mentanarferðini hjá Felagnum í Klaksvík leygardagin, var at síggja endurbygdu húsinum hjá Nólsoyar Pálli.

Archibald Black greiddi frá verkætlanini í pakkhúsinum hjá Skipafelagnum, har hann arbeiðir inni, og so á sjálvum staðnum, har húsini eru í gerð.

Albert Isfeldt, arkitektur, er tekniskur ráðgevi, og Archiebald er settur arbeiðsleiðari í verkætlanini. Í nevndini fyri Áhugafelagið eru: Archiebald Black, formaður, Líggjas í Bø, skrivari og kassameistari, og nevndarlimirnir Finn Kjølbro og Anfinn Kallsberg.


Grótlaðingin varð liðug í januar, tá Hjálpirót avhendaði arbeiðið. Áhugafelag Nólsoyar Páls, sum hevur tikið stig til at endurreisa húsini á Biskupstøð, hevur fingið nógva vælvild frá kommunu og stuðlum. Lætt hevur verið at fáa grót, og fleiri byggifeløg hava koyrt ókeypis, til dømis Articon og Norðhús. Nú er timburarbeiðið hjá Archie og Sjúrði Sólstein í gongd. Tað verður gjørt undir taki, so nú byrjar at síggjast, hvussu verkætlanin er hugsað. 


So koyrdi Siggvard Joensen okkum suður. Hann er sonur Elin hjá Skós, sum átti húsini uppi í Geilin, ið vit búðu í fyrst í sekstiárunum, tá eg byrjaði í fyrsta flokki.


Terje avmyndaði okkum báðar á bakkanum.

Mangt er.

Men nú hevur Amariel, formaður, dekkað upp við ungarskum gullasj.

Afturvið fáa vit innlit í søguligar heilsíðugreinar í Land of Folk og Politiken, har Rói Patursson átti tekstin og Amariel myndirnar. Her er tað Land og Folk.

Aftanfyri hómast eitt úrval av Føroya fremsta privata og mest representativa savni við føroyskari list. Tað hjá Amariel.

Takk fyri túrin, harra formaður!