Skip to main content

Oljuleki í Vágsbotni


Innast í Vágsbotni er ein spennandi lítil pumpa, sum reinsar sjógvin. Men kanska er hon nakað lítil. Tí gongur tú nakrar metrar út móti Skálatrøð, so sært tú, árakað Gamla Danmark, ein støðuhyl av olju glinsa upp móti brúnni. Og ikki skal nógv til, at vágin sær soleiðis út. Bara ein bátur, ið lekur, kann elva til henda ljóta dálka. Og gongur tú javnan framvið hesum rekreativa øki mitt í Havn, so sært tú, at allarflestu bátar aldri loysa fra landi. Teir bara liggja. Tá er ringt at vita, um ikki onkur teirra er farin at leka.

Eins og eitt fornminnissavn krevur ansingarfólk, so ger ein smábátahavn á Vestaruvág tað sama. Ansingarfólk. Og tað í nógv størri mun, enn allan dagin at kanna, hvør bilur stendur rætt ella skeivt parkeraður í sama kommunala øki.

Ferðafólkini undrast, eins og eg.