Skip to main content

Føroyingum so líkt


Í allarbestu kringvarpstíð, fyri klokkan átta í morgun, tá øll tjóðin lurtar, varð sagt, at føroyingum so líkt vóru bara fá handrit komin inn til hoyrispælskappingina hjá Útvarpinum.

Lagt varð afturat, at føroyingum so líkt fóru helst fleiri handrit at koma í postkassan í annaðkvøld, tá frestin var úti.

Ein útvarpsmaður og ein útvarpskvinna í bestu senditíð til tjóðina innan dagsins verk.

Hvat munnu tey meina við, tá tey siga føroyingum so líkt? Munnu tey telja seg sjálvan uppí, ella hugsa tey sum danskarar, ið ikki eru føroyingar, og tí hava eitt serliga guddómligt sjónarhorn at meta um og gera av - í passandi frástøðu?

Nei, eg bara meini so við, at nú hava tvey útvarpsfólk, sum til gerandis gera sær ómak at byggja eina Kringvarpstjóð í Útnorðuri, fingið Móðurmálsvirðisløn. Fyri tjóðarbygging í gerð og tanka. Fyrimyndarligt.

Men eins skjótt kann lagast niður.

Sum tá útvarpsmaðurin og útvarpskvinnan við ein munn siga "Sum føroyingum so líkt." Har fór 60 ára tjóðarbygging fyri bakka.

PS! Myndina tók eg leygardagin reyða á Tinganesi eftir at fólksins maður, Birgar, hevði vundið Merkið í húnar hátt.