Skip to main content

Suni Merkistein fær Móðurmálsvirðislønina 2017


Á samkomu í Løkshøll í Runavík í dag fekk útvarps- og sjónvarpsmaðurin og yrkisbókahøvundurin, Suni Merkistein, Móðurmálsvirðislønina í 2017. Har varð skipað fyri Móðurmálsdegnum, ið sum vant er á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars.


Grundgevingin var soljóðandi:

Móðurmálsvirðislønin 2017 verður tillutað

SUNA MERKISTEIN

fyri hansara avrik innan yrkismál.

Í ein mansaldur hevur Suni Merkistein starvað við ítrótta- og mentanarøkinum í bæði útvarpi og sjónvarpi. Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnarkynstrið og har er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið.

Hugsað verður um munnlig eins væl og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld. Hann hevur ávirkað málið í føroyskum ítrótti og slóðað fyri hjá teimum yngru, so at vit í dag hava eitt ítróttamál, sum er væl ment og kennist heimligt.

Í ítróttafrásagnum sínum hevur Suni Merkistein mangan bæði víst og lýst, hvussu livandi og lætt føroyska málið kann vera.

Fyri hansara framúr frásagnarstíl á góðum og viðkomandi máli heiðra vit í dag Suna Merkistein við Móðurmálsvirðislønini 2017.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handaði virðislønina vegna landstýriskvinnuna Rigmor Dam.


Tað vóru Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Sosialurin og Móðurmálslærarafelagið, sum aftur í ár skipaðu fyri Móðurmálsdegnum, ið er alment og ókeypis tiltak. Virðislønin, sum Mentamálaráðið letur, er 25.000 kr.


Móðurmálstiltakið í Løkshøll byrjaði við at Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, bjóðaði vælkomin. Síðan setti Rigmor Dam, landstýriskvinna við Mentamálum, Móðurmálsdagin 2017. Hon endaði setanarrøðuna við at siga, at um tvey ár eru 200 ár liðin, síðan faðirin at føroyska skriftmálinum, Hammershaimb, varð føddur. "Lat okkum brúka tey bæði komandi árini at fyrireika ein stórfagnað fyri móðurmálinum - hjartamálinum - 25. mars í 2019."


Elinborg Pálsdóttir framførdi tveir sangir, og sang eisini seinni í skránni. Ásbjørn Berthelsen spældi kontrabass.


Málráðið hevur í ár valt yrkismál sum evni. Evnið varð lýst í fimm stuttum fyrilestrum.

Fyrsta fyrilesturin helt Jógvan í Lon. Hann var um yrkismál og almannamál. Jógvan helt, at fakfólk mugu skera ígjøgnum, so vit fáa eittans orð, ið merkir tað sama, sum í øðrum málum, tí yrkisheiti skulu vera eintýðug. Frá hesum fyrsta yvirskipaða fyrilestri, sum gav eitt gott yvirlit, fóru vit til ein meira spesifikkan fyrilestur um yrkismál í skúlabókagerð beint nú. Tað var Elin Henriksen, sum greiddi frá um orð, ið verða brúkt í nýggjum roknibókum, sum hon saman við tveimum øðrum ger fyri Nám. Roknibøkurnar eru týddar úr norskum. Triði fyrilestur í fyrra umfari var við Marjun Arge Simonsen, sum greiddi frá um yrkisorðagerð. Hon segði, at nýggj yrkisorð mugu hava kyn, kunna bendast og vera gjøgnumskygd. Eisini hon segði, at bara eitt heiti skal vera fyri hvørt yrkishugtak.


Eftir ein kaffisteðg í matarhøllini í Løkshøll vóru tveir fyrilestrar. Hin fyrri var við Mariu Dam, sum røddi um yrkismál í evnafrøði. Hon vísti á norsk-føroysk dømi og óhepnar týðingar úr svenskum. Maria segði eisini at yrkisorð skulu vera eintýðug. Seinni fyrilesturin var við Randi Kúrberg, ið røddi um føroyskt ítróttamál. Umframt at vísa á nógv brúktar krígsmetaforar, staðfesti hon eisini kravið um, at miðlamálið í ítrótti skal vera upplýsandi og undirhaldandi, og at myndamálið skal ikki vekja hjátýdningar ella fevna um tilsipingar, Randi vísti á eina langa røð av diskursum úr kortspæli, tøkni og vinnulívi. Endamálið er eitt effektivt samskifti. Eftir henda vælvalda fyrilestur varð Móðurmálsvirðislønin handað Suna Merkistein, fyrst og fremst fyri júst eitt gott og livandi føroyskt ítróttamál.


”Við at seta sjóneykuna á yrkismál, vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki,” verður sagt á heimasíðuni hjá Málráðnum í hesum døgum.


Í 2015 fekk Hans Mortensen Móðurmálsvirðislønina í Nýggjustovu í Havn við hesum orðum frá Birni Kalsø:

"Við sínum greiða málpolitikki í lýsingum og øðrum handilsligum tekstum hevur Hans Mortensen slóðað fyri einum framúr góðum máli í nútímans føroyska handilsyrkinum. Eitt livandi lætt mál, sum hevur sett síni spor víða um í samfelagnum.

Heilt frá stovnanini av SMS í 1977 hevur Hans Mortensen lurtað eftir, lagað og snøggað føroyska handilsmálið, soleiðis at tað í dag er eitt mál, vit øll við virðing hava tikið til okkara.

Orðingar í lýsingatekstum og handilsheitum hava verið soleiðis, at hugburðurin tykist hava verið, at her eru tað vit øll, sum bæði keypa og selja. Við útgávum av SMS-blaðnum og øðrum lýsingabløðum hevur Hans Mortensen, langt áðrenn hetta var ásett við lóg, átt sín stóra leiklut í, at eitt føroyskt handilsmál hevur ment seg og hildið kósina.

Nevnast  kunnu eitt nú heitini á nøkrum handlum, sum virka ella hava virkað undir sama taki á Trapputrøðni:

Bakarin Bindibúðin Bókaløðan Bókasølan Daddan Dáin Elding Feðgar Fípan Flykran Fotobúðin Fríðkan Gellan Gongin blómur Griffilin Heilsa Hornið Í Skotinum Ítróttur  Klávus Klivin Klokkan Látrið Leikan Litbrá Miklagarður Perlan Rit & Rák Rumbul Skálkur Skósmiðjan Slaktarin & Krásadeildin Stakksmiðjan og 3-arin.

Fyri henda ósjálvsøkna, men miðvísa málpolitikkin, vilja vit í dag heiðra Hans Mortensen við Móðurmálsvirðislønini 2015."


Í 2012 fekk Høgni Djurhuus Móðurmálsvirðislønina í Fútastovu í Havn við hesum orðum frá Birni Kalsø:

"Á móðurmálsdegnum 25. mars verður Móðurmálsvirðislønin 2012 latin journalistinum Høgna Djurhuus fyri klummur, sum hann í mong ár hevur skrivað og borið fram í føroyskum miðlum. Klummurnar eru nýskapandi við sniðfundiga hugsaðum vinklum og málsligum snildum, fyrst í Útvarpi Føroya, síðan í bløðunum Fregnum, Vinnuvitan og Sosialinum.

Høgni Djurhuus er hendinga snildur við penninum og dugir at spæla sær við málinum. Í klummunum bjóðar hann málinum av, gevur tí flog, samstundis sum hann krevur nógv av sínum lesarum. Lesarin, ið gevur sær stundir, varnast nógv tekstløg, sum hvørja viku gera miðlarnar fjølbroyttari.

Fyri at hava ríkað móðurmálið á henda hátt fær Høgni Djurhuus Móðurmálsvirðislønina 2012, sum Dimmalætting, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Føroyska málnevndin, Nám og Mentamálaráðið lata."