Skip to main content

Grækarismessa


Tvey tjøldur sædd av Kirkjubøarvegnum í dag við Koltri í baksýni. Dagurin, sum er almennur flaggdagur, er kallaður eftir katólska pávanum Grækarisi, sum doyði henda dag í 604. Kirkjubøkurnar siga, at hann varð føddur umleið 540.


Tjøldur síggjast javnan hesa tíð á Velbastaðhálsi, og fram við vegnum til Kirkjubøar og Syðradals. Í Havn fer nývaldi borgarstjórin, Annika Olsen, at fagna tjóðfuglinum, ið eisini er ímyndin av várinum, við fyrstu grækarismessurøðuni á Vaglinum, har skótarnir sum vant skipa fyri.


Men tað er ikki bara tjaldrið, ið er á bønum í Kirkjubø í dag. Har er eisini seyður, stari og kráka. Góða grækarismessu!