Skip to main content

Útsølutíðir


Tíðindaportalurin in.fo, ikki info portalurin, boðar í dag frá, at tað eru útsølutíðir í Føroyum. Millum betaltu útsølulýsingarnar til vinstru og høgru er ein søga úr tinginum, sum ikki er minni betalt og kosin av okkum øllum. Treytað av at vælløntu bygdapolitikkararnir á tingi eru rætt endurgivnir, er hetta besta dømi um útsølutíðir av niðastu skuffum og hillum, har bara mølur trívist. Kanska er hetta lágpunkt av tingi higartil greiðasta dømi um, at nýval er í hondum. Tá niðastu skuffur og hillar eru tømdar er einki eftir. Á ólavsøku plagdi tað at vera tekin um, at nú er stevnan av. Og so gingu tey heim við ballónum, syngjandi undir kovboyhatti.