Skip to main content

Play it again, man!


Her er Øssur Egholm, sum í studio 5 vil hava eitt prát um Náttarravnar, og hvussu tann sendingin bleiv til fyri 25 árum síðani, nú Útvarpið fyllir 60.

Kári Olsen tók myndina, og sendingin verður í morgin, hósdag seinrapart, frá klokkan trý til fýra.

Fyrst er prát um ætlanina við gomlu sendingini, og tað forarbeiði, sum tá varð gjørt, og so hoyra vit brot úr eini Náttarravnssending á jólum í 1992. Sum eg skilji er hetta onnur av bara tveimum sendingum, sum eru goymdar í savninum. So tit, sum eiga eina Náttarravnssending á kasettubandi úti um landið, goymið tað sum ravnagull.

Heðin Arge og eg møttust í flogfarinum úr Danmark, og tosaðu um gamlar og verandi sendingar, og undraðust yvir, at alt lá stilt í Útvarpinum um vikuskiftið, eftir at privatu sjónvarpsfeløgini vóru farin at senda danskar videokasettur kring landið.

Tá vit so byrjaðu at senda á heysti í 1992 varð búskaparkreppan og arbeiðsloysið eisini farið at merkjast týðuliga millum fólk.

Vit høvdu gjørt eitt uppskot, sum eftir nakrar fundir varð góðtikið av Útvarpsleiðsluni, sum var Jógvan Jespersen, Jógvan Arge og Ove Olsen og nevdin eisini.

Heitið var aldri nakað annað enn Náttarravnar og hetta var fyrstu ferð at tveir vertir vóru samstundis í eini sending, høvdu fastan teknikara og at sendingin fór út um eina klokkutíman. Árið eftir fóru vit eisini út um midnáttina og sendu í tríggjar tímar við einum svørtum krunki frá Høgna Djurhuus á midnátt, ið er sami stílur, hann enn brúkar í virðisløntu klummuni í Sosialinum.

Tónleikavalið var av up-tempo slagnum og vendi sær til fólk, sum eftir eina stravna lestrar- og arbeiðsvíku ætlaðu sær í býin, men innan tey komu so langt, skuldu tey eina løtu kenna seg heima í eini savnandi spurnarkapping, sum var beinleiðis við hópin av vinningum, Náttarravnatroyggjum, fløgum, bókum, biografbilettum og uttanlandsferðum. Tá var hvørki internet ella Google so kent og atkomuligt, sum tað er í dag.

Niðanfyri er ein playlisti á Spotify við eyðklennisløgunum í Náttarravnssendingini. Seinasta lag er Sleepwalk, sum av fyrstan tíð skuldi verða eyðkennislag. Men tá vit møttu Kára Petersen, sum var púra bitin av Glen Miller og segði okkum, at rætta eyðkennislagið var einki annað enn In the Mood, tá funnu vit eina meksikanska LP-plátu við Tierra, sum í endanum á síðu tvey spældi júst In the Mood.

Now I say, play it again, man!