Skip to main content

Filmfestivalur í Norðurlandahúsinum


TÓFF, Tórshavnar filmsfestivalur, byrjar í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. februar við føroyskum filmsfagnaði og ókeypis filmi fyri alla familjuna, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag.  

- Á ársins filmsfestivali verður ein heilur dagur bara við føroyskum filmi. Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Sif Gunnarsdóttir og Jan Berg Jørgensen seta filmsfestivalin kl 14:00. Aftaná verða allir filmar, sum hava vunnið Geytan og Áskoðaravirðislønina frá 2012 til 2015 vístir. Millum hvønn filmin er steðgur upp á 10 minuttir, so til ber at ganga inn og út og velja hvørjar filmar, man vil síggja.

- Vit fara at vísa stuttfilmarnar Home Sweet Home, Lili, Søgurnar hjá langabba mínum, Rita og krokodillan, og Vitello gravar eitt hol. Flestu filmarnir eru ætlaðir minstu børnunum, men øll børn er vælkomin, og tey kunnu koma og fara, sum teimum lystir. So hetta kann verða ein hugnaligur dagur fyri alla familjuna, og tiltakið er ókeypis, siga fyrireikararnir.