Skip to main content

Opnar fotoroyndir


Her er opið. Fór seinrapartin út á Vestaru Bryggju at fotografera nýkomna uppisjóvarskipið hjá Thor, Hoyvík. Men tað var so ringt sýni og regnaði so illa, at eg broytti meining. Sendi Lennon ein vinarligan tanka, tá hann á Double Fantasy sang um, at lívið er tað, sum hendir meðan tú leggur aðrar ætlanir. Opna sjálvtøkukioskin er altíð eitt gott myndaevni, ikki minst tá tú skalt royna eitt nýtt Canon 5D Mark IV. Myndin omanfyri er tikin klokkan 17:10 við eini 35mm 1,4 Sigma linsu innan úr kioskini, sum er ómannað. Har er bara ein sjálvtøka og so ansingartól, so eigarin altíð sær, hvat tú gjørt har inni. Hent hjá lesandi at vita, nú Fróðskparsetrið eftir øllum at døma fer at flyta inn í grannabygningarnar hjá Tórshavnar Havn. Niðanfyri er ein Canon 70-200mm 2,8 zoom linsa brúkt meðan tað enn var ljóst, og klokkan var 16:21, siga talgildu upplýsingarnir.


Her er sama myndaevni sum ovast, tikið innan úr kioskini klokkan 16:27. Ístaðin fyri Sigma 35mm linsuna, er Canon zoomlinsan brúkt. Bokeh er nýggja orðið at læra seg...


At enda eru tvær myndir av hugtakandi kioskini á Vestaru Bryggju, sum minnir ikki sørt um Wendersfilmin Paris, Texas, tiknar í regninum um fimmtíðina seinrapartin við 35mm Sigma linsuni, onnur standandi og hin liggjandi.