Skip to main content

Ólavsøku í Algeria


Nú eru vit komin í HM endaspælið í hondbólti fyri U21 lið, sum sipar til ungar menn, ið eru føddir í 1996 ella 1997, og hava vunnið teirra bólk. Myndina tók Álvur Haraldsen.

Tað eru longu fleiri, ið boða frá, hvar tey ætla at halda ólavsøku. Tað verður hesumegin Atlasfjøll í størsta landinum í Afrika, Algeria. Har verður endaspælið í døgunum 17.-30. juli í ár.

Um vaksnamannafótbóltslandsliðið náddi somu hæddum á hesum tølandi Miðjarðarhavsleiðum, hevði helst verið skipað fyri all included charterferðum beint til Algeria.

Í algerska høvuðsstaðnum Alger verður spælt í La Coupole, har 15.000 kunnu sita, og í Salle Hacène Harcha, har pláss er fyri 8.000. Í Oran verður spælt í Palais des Sports við 5.000 sessum. Spælt verður á einum fjórða hondbóltsvølli afturat, siga fyrireikararnir.

Einki er so stuttligt, sum at sita heima við atlasinum og ferðast til onnur lond í huganum. Lond, har tú aldri hevur verið, og tí einki persónligt og ítøkiligt veit um.

TripAdvisor veit eina rúgvu um ferðamál og upplivingar í Algeria í 2017.

Tað var í grannalandinum Tunis, at arabiska várið fór at spretta í 2011, hóast positiva gongdin í flestu førum fór av allari leið.



Umframt at hyggja eftir hondbolti í høvuðsstaðnum Alger og hinum Miðjarðarhavsbýnum Oran, er eisini ein rík tónleikahevd at uppliva, fyrst og fremst raï-tónleikurin, sum er kendastur við teimum báðum Khaled (f.1960) og Cheb Mami (f.1966), men eisini algerska sangarinnan Souad Massi (f.1972) er væl umtókt. Flestu algersku stjørnur, ið daga so høgt á himmalinum, flyta til franska høvuðsstaðin París. Men í heimlandinum hava tey skapt eina ríka og fjøltáttaða tónleikahevd. Niðanfyri er Khaled við nýggjasta sanginum C'est la Vie, Cheb Mami, syngur Desert Rose saman við Sting, og triðja klipp er Souad Massi, sum syngur Raoui (tann, ið sigur søgur) á fólkatónleikarastevnu í Palestina.


Viðurskftini millum Frakland og Algeria hava verið spent síðan miðskeiðis í fimmtiárunum til 1962, tá landið fekk sjálvstýri. Dansk-amerikanski filmsleikarin Viggo Mortensen hevði høvuðsleiklutin í Loin des hommes (2015)sum bygdi á søgu hjá Albert Camus og fór fram á bygd í Algeria í 1954. Filmsfelagið vísti filmin í fyrrárið undir danska heitinum Flugten til frihed. Frálíkur filmur.


Úr fyrndini kunnu vit eisini lesa um samband millum Føroyar og Algeria. Hin føroyska Wikipedia skrivar soleiðis í einum broti um Føroya søgu:
Stóra turkaránið er í Hvalba í 1629. Sjórænarar á tveimum skipum úr Algeria, ið tá var partur av turkiska Osmannaríkinum, drepa 6 fólk og taka fleiri enn 30 konur og børn við sær til trælamarknaðin í Norðurafrika. Annað skipið fer á land í Hvalba og gerst vrak. Helst høvdu hesi somu skip í 1627 rænt 250 fólk í Íslandi; 35 íslendingar vórðu seinni leyskeyptir úr trældómi. Men eingin føroyingur kom aftur.

Fólkatalið í Algeria er í dag omanfyri 40 mió og gjaldoyrað er algerskur denarur.

Meðan rátt verður frá at ferðast í grannalandinum Tunis, har arabiska várið spratt, er Algeria ikki á listanum hjá donsku uttanríkistænastuni yvir vandamikil lond. Tvørturímóti verður víst á stóru handilsligu møguleikarnar, sum danska útflutningsráðið og danska sendistovan, sum er í Spania, fegin vil hjálpa til við at fremja.

Norska sendistovan í Alger ávarar í 2013 allar norðmenn, sum ferðasta í Kabylia har norðuri í landinum, Sahel miðskeiðis í landinum og í Tindouf, sum er landsparturin, ið hevur mark við Móritania, har vesturi í Algeria. Í mars í fjør skrivar norska sendistovan aftur, at "det er fortsatt høy risiko for terrorisme og frihetsberøvelse i Algerie."

Góða og trygga ferð til spennandi hondbóltslandið Algeria!