Skip to main content

Nýtt ár við nýggjum kamera


Forvitnar gæs og ein illbrýntur vaktarveðrur, sum komu fyri linsuna á eini trøð úti í Havnardali, um ársskiftið. Í nýggja árinum havi eg fingið mær nýtt kamera. Tað er aftur eitt Canon við eini originalari 70-200 zoom linsu og eini 35mm Sigma linsu, báðar hampuliga ljóssterkar. Niðanfyri eru nøkur myndaevni, tikin eftir lítlari løtu í støðugt skiftandi ljósi um ársskiftið í Suðurstreymi. Fyrst tvey í kámum Turner pastell litum tikin við zoomi vestureftir av Kirkjubøarvegnum, eitt við 35mm linsu av sama staði í næsta minutti, og at enda er sama linsa brúkt oman fyri Havnina. Eina løtu av Vaglinum, og tú ert í foto paradísi!