Skip to main content

Mentanarbýir og mentan í býum


Kringvarpið sigur í dag, at Føroyar eru við, tá Nordic Matters letur upp í London í kvøld.

Tá fara norðurlendsku mentamálaráðharrarnir at upplýsa um børn og ung í teirra heimlandi. Eisini fara mentamálaráðharrarnir at siga frá um burðardygd og javnstøðu millum kynini á mentafestivalinum.

Ein røð av føroyskum listafólkum eru eisini við, og fleiri leggjast afturat, tí Nordic Matters verður alt árið.

Sendistovan har í býnum, Norðurlandahúsið í Føroyum og Mentamálaráðið í Havn hava fyrireikað føroyska partin í festivalinum í London, sum Norðurlendska ráðharraráðið í Keypmannahavn hevur tikið stig til og fer at brúka fimm milliónir danskar krónur til.

Samstundis lýsir jytski stórbýurin, Aarhus, við at hann er annar av tveimum evropeiskum mentabýum í ár. Hin er Pafos í Kypros.

Fyrsti evropeiski mentanarbýur varð uppfunnin á einum kontinentalum skrivaraborði í 1985. Síðan hava meir enn hálvthundrað býir verið kosnir mentanarbýir í Evropa.

Úr Aarhus siga tey, sum reika fyri, at hetta er ein sjáldsama góður møguleiki at gera íløgur í Aarhus og økinum har um leiðir, har 18 kommunur standa saman um at verða mentanarbýur í ár. Tey lova at nema og engasjera tíggjutúsund sálir: ”Mere end noget andet, handler Aarhus 2017 om det at gentænke: Let’s Rethink signalerer, at Aarhus 2017 vil omdanne Region Midtjylland til et kulturelt laboratorium, hvor alternative løsninger kan spire og gro.”

Úr Pafos í Kýpros sigur Christos Patsalides, doktari, at tey kenna stóran heiður at hýsa størsta evropeiska mentaátakinum. Heiðurin er serliga stórur, tí býurin er so lítil. Men afturfyri er ábyrgdin tað størri, sigur doktarin: “The European Capital of Culture institution is both a source of motivation as well as an opportunity for Pafos and the broader area to become a modern city and to reclaim the position it merits in Cyprus and Europe.”

Næsta ár eru Leeuwarden í Niðurlondum og Valletta í Malta mentanarbýir í Evropa. Teimum á baki koma Plovdiv í Bulgaria og Matera í Italia í 2019, Rijeka í Kroatia og Galway í Írlandi í 2020 og helst verða Timișoara í Rumenia, Elefsina í Grikkalandi og Novi Sad í Serbia evropeiskir mentanarbýir í 2021.

Lissabon í Portugal er eisini kosin at vera mentanarbýur í ár. Í hesum føri er tað União de Cidades Capitais Ibero-americanas, á enskum the Union of Ibero-American Capital Cities, sum hevur kosið Lissabon at verða ársins mentanarbý.

Í fjør var tað Andorra, næsta ár verður tað La Paz í Bolivia og í 2019 verður Panamá ársins mentanarbýur.

Iberioamerikanska mentanarbýarskipanin lovar at 120 milliónir menniskju verða savnað um endamálið. Í Lissabon verða minst 40 støð, sum fara at fevna um fleiri enn hálvtannaðhundrað tiltøk við listafólkum, framleiðarum, lærarum og útgevarum í samstarvi við mentabýin Lissabon. Atlantsflog fer at flúgva til Lissabon í summar.

Kanska áttu vit at fingið okkum ein mentanarbý!