Skip to main content

Listanøvn og listagrunnur á flogvøllinum


Í dag var veðrið ikki tað besta at koyra millum bygda, ella yvirhøvur at vera úti og tað enn minni í bili við myndatóli. Men hetta er litleysa sýnið í Kaldbaksbotni seinrapartin í dag. Har vesturi sluppu vit inn í landið hjá Atlantsflogið, nú nýggja flogfarið, og hini við, skuldu fáa navn. Í gongini er ein reyð nál sett á øll tey støð, har Atlantsflog hevur verið.


Ein reyður bussur heintar okkum, koyrir gjøgnum gyrðingina og til hangardyrnar.


Inni í stóra hangarinum er dekkað upp við Merkinum og jólaprýði.


Har í flaggskrýddu høllini standa garantarnir hjá Atlantsflogi, Annika Jespersen, sum er kabinuovasti, og systurin, Bergtóra Nielsen.


Og so møti eg nevndarformanninum, Niels Mortensen, og stjóranum, Jóhonnu á Bergi, bæði stórsmílandi.


Eisini ein fegin William Smith er millum mongu fólkini í hangarinum hjá Atlantsflogi í dag. Hann er tekniskur leiðari.


Á pallinum er festligur jólahorntónleikur við Kójak og síðani væl samansettum orkesturi, sum spælir undir hjá Kristinu Bærendsen.


Og so var stundin komin at avdúka nøvnini á trimum flogførum og tveimum tyrlum, og ikki minst einum listagrunni, ið Atlantsflog sum fyrsta vinnulívsfelag nú fer undir av sínum eintingum.

Niðanfyri er røðan hjá Jonhardi Mikkelsen:


Góðan dag, øll somul

Vit trý - Marna Jacobsen og Birgir Kruse - fingu heiðurin at velja 5 nøvn millum 600 uppskot. Tað gjørdu vit saman við Jóhonnu á Bergi og Niels Mortensen. Og vit høvdu tilskilaðan rætt at vraka øll, um okkum ikki dámi tey.

Men uppskotini vóru bæði nógv og góð, og tey eru grundarlagið undir úrvalinum í dag.
Tað sást skjótt, at tey flestu uppskotini skiltu seg í 4 bólkar, sum vóru: fuglaheiti, blómuheiti, nøvn úr gomlu norrønu mentanini og nøvn á navnframum fólkum.

Tað er rættiliga natúrligt at geva einum flogfari fuglanavn, tá ið hugsað verður um líkskapin millum tað natúrliga og tann mannskapta fuglin. Og nógv hildu tað vera tann eyðsýndasta møguleikan. Men fuglanøvn eru, sum øll vita, so nógv brúkt til skip og bátar, at vit hildu tey vera ov nógv tannlað til at seta á flogførini eisini, tí sáldaðu vit skjótt tann bólkin frá.

Blómuheitini vóru nógv – her var stórt úrval av vøkrum føroyskum plantunøvnum. Summi teirra við ávísum súmbolskum týdningi. Men ymist er, sum ikki  samsvarar millum viðkvomu blómunu og ta dýru hátøknina, sum eitt flogfar er. Tað er lítið sonevnt “grønt”, sum loðar upp við slíka hátøkni við stórum motorum. Og tá ið vit hugsa um dystin millum blómuna og útlátið frá einum flogfari, sum øll okkara hava á munni nú á døgum, so sleptu vit  eisini tí møguleikanum.

So komu øll tey norrønu nøvnini fyri, gudar og gyðjur og jatnar og teirra heimar. Men hini Norðurlondini hava brúkt øll hesi nøvn so leingi í so mongum samanheingi, at vit hildu, at tey kunnu bara eiga tey. Vit sáldaðu tey frá.

Síðan koma vit til ein bólk, sum er stórur – tað eru navnfram fólk, úrmælingar, sum stinga seg burtur úr rúgvuni.

Og úrmælingar eiga vit á øllum økjum – sama hvat yrki, vit nevna, so  kunnu vit nevna onkran, sum skarar framúr. Okkurt undangongufólk, onkran, ið hevur brotið slóð, sum hevur hugsað øðrvísi, fingið virki og vinnu at rigga. Sama hvussu dugnalig, so vóru fleira teirra tengd at ávísum yrki, ávísum pørtum av landinum, ávísum tíðarskeiði.
Spurningur var tí, hvat mundi vera tað eyðsýndasta valið til flogførini

Vit eiga øll Atlantic Airways – tað er okkara flogfelag. Og onkursvegna ætlaðu vit, at flogførini og tyrlurnar skuldu bera nøvnini á nøkrum føroyingum, sum hava nátt hægstu hæddir og hava havt serligt flog. Ikki peningaliga, ikki vinnuliga, men mentanarliga. Og mentanin í øllum sínum fjølbroytni seyðrar jú út í hvønn krók og í hvørja sál  - mentanin er felagsnevnarin.

Tað sigst, at einaferð tað stóð sum mest á í seinna heimsbardaga, var meining, at peningurin á bretsku fíggjarlógini, sum var settur av til mentan, skuldi fara til vápnaframleiðslu. Tá ið tað var greitt, skal Churchill hava sagt:  "Then what are we fighting for?"

Og tá ið tann spurningurin hevur hingið í luftini eina løtu saman við okkum, sanna vit, at tað er jú kjarnin.

Vit fara inn til tann sterkasta felagsnevnaran, vit eiga – okkara mentan - og velja burtur úr eini ørgrynni - 5 nøvn

Og hóast allar listagreinir ikki eru umboðaðar við hesum 5, so lynnir hetta undir nógv nøvn, sum vit halda hátt.

Og nevndin hevur havt ymist at ýta seg eftir:

Vit hava valt nøvn bæði á konufólkum og mannfólkum, sum hava gjørt veruligan mun á mentanarpallinum.
Vit vildu, at hesi fyrstu fimm skuldu umboða so ymsar part av landinum, sum til ber.
Vit sáldaðu tey frá, sum enn eru vit sítt fríska lív, og framvegis eru virkin og enn eiga nógv á at laða í sínar varða.

Vit valdu 5 úrmælingar, sum hava gjørt vart við seg í okkara mentan, og sett so dyggar varðar eftir seg, at tíðartonnin hevur ilt við at bíta á. Tey eru øll farin undir grønutørvu, men liva sítt fríska lív í okkara mentan og okkara hugi. Tey eldast ikki meiri. Tey hava øll vunnið sær eina tign, sum ger, at smásinni skalar tey ikki. Tey brutu slóðir, og tey hava øll verið við til at seta dám á okkara tjóð – hvør á sín serstaka hátt.

Men í dag er ikki nóg mikið við nøvnum. Atlantsflog ætlar sær ikki bara at prýða seg við hesum listafólkanøvnum og læna sær teirra heiður.

- Nei.

Atlantsflog hevur til hetta hátíðarliga høvið  stovnað nýggjan listagrunn fyri føroyingar -  Grunnurin hevur fingið heitið “Listaflog”.

Á hvørjum ári - tann 28 mars – sum er dagurin, tá ið Atlantsflog royndi sítt flog á fyrsta sinni, fer Føroyska flogfelagið at lata 100.000 kr umframt ferðaseðlar til føroyingar, sum hava lisarligt flog, sum vert er at stimbra. Tað verður latið føroyingum, sum í sær eiga góðs til enn fleiri varðar.

Grunnurin “Listaflog” fer at lata pening til eina ella fleiri verkætlanir á hvørjum ári. Endaligar treytir og umsóknarblað eru klár nú í januar 2017 á heimasíðu felagsins atlantic.fo

So umframt at fáa hetta nýggja prýðiliga flogfarið í dag, sum eisini fer at bera navnið á einum føroyskum úrmælingi, trínur okkara Atlantsflog inn á okkara mentanarpall sum ein av teimum heilt stóru viðleikarunum at lætta um hjá listafólki, sum eiga tað skapandi flogið í sær, og sum verða við til at mynda føroyska mentan inn í framtíðina.

Og so er løtan komin at avdúka nøvnini:
Flogfarið, sum vit allir føroyingar hava fingið í dag, nevnist: William
Annað flogfarið eitur: Elinborg
Triðja flogfarið eitur: Ingálvur

Tær báðar tyrlurnar hava fingið nøvnini:
Sámal
og
Ruth


Einki av innsendu uppskotunum nevndi øll 5, ið vald eru. Tó at øll nøvnini vórðu nevnd sum uppskot á ymsan hátt. Men avrátt er, at tey, ið høvdu 3 av 5 nøvnum røtt, fáa eina virðisløn frá Atlantsflogi – og hepnu vinnararnir eru: Alvin Joensen, Heri Nolsøe, Kinna Poulsen og Páll Oddur Rubeksen.
Tey eiga hvør í sínum lagi trý av nøvnunum. Tey fáa 3000 kr hvør og hvør sínar tveir ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways.

So kundu journalistarnir og fotografarnir senda boðini um nøvnini til ymsu portalarnar og bløðini, innan jólamaðurin kom, og heilsaði pent uppá Jóhonnu, sum vildi hann fara uppá tá eitt gott fríggjakvøld.


Og so varð frítt fyri hjá børnum í øllum alduri at fara umborð á nýggja Airbussin, sum er hin stórsti í flotanum. Yngru børnini stormaðu í harðveðrinum út á vøllinum, meðan tey tilkomnu hugdi eftir tyrlum og lutum, sum stóðu inni í fjálga hangarinum til umvælis og eftirsýn. Ein góður dagur er komin at enda.