Skip to main content

Besti filmur í Evropa


Týski filmurin hjá Maren Ade um pápan og dóttrina, sum royna at finna saman aftur undir tragikomiskum umstøðum, er kosin besti filmur í Evropa. Tað kunngerð Evropa Parlamentið í dag.

Í tíðindaskrivi sigur Parlamentið, at LUX 2016 vinnarin er Toni Erdmann eftir týska leikstjóran Maren Ade (f.1976). Søgan er hildin upp móti evropeiska samfelagnum í dag. Filmurin varð valdur fram um As I Open My Eyes eftir fransk-tunesisku Leyla Bouzid (f.1984) og My Life as a Courgette eftir sveisiska Claude Barras (f.1973).

Evropeiska filmsvirðislønin LUX hevur tíggju ár á baki. Almenna tíðindaskrivið sigur, at virðislønin hevur til endamáls, “ to promote cultural and linguistic diversity, and has two specific objectives: to boost the circulation of European films and to spread the debate on major issues faced by today’s society.”

Týski filmurin Toni Erdmann, sum er 162 minuttir til longdar, varð vístur í kapping í Cannes, vann FIPRESCI virðislønina sum besti filmur, og er týska uppskotið til komandi Oscarvirðislønina. “The film reveals deep social and economic divides, as the heroine’s perception of what constitutes a fulfilling life is turned upside down,” verður sagt í tíðindaskrivinum í dag.

Úr tíggju alment valdum filmum verða tríggir eftir at dystast um LUX virðislønina, sum limir í Evropa Parlamentinum gera av, hvør fær. Hesir tríggir filmarnir verða umsettir til øll tey 24 ES-málini og verða sendir til limalondunum meðan LUX filmsdagar verða hildnir við filmsýningum og ráðstevnum um mentanarligan samleika og filmsgerð í smálondum.

Filmsfelagið hevur sett sær fyri at fáa besta evropeiska filmin, Toni Erdmann, til Føroya at vísa almenninginum í Havnar Bio.

Her er amerikanski treylarin.