Skip to main content

Savnandi saltfiskur


Leygarkvøldið hitti eg kokkarnar Ivo Brandão úr Aveiro og Samuel Mota úr Leiria í Portugal. Teir arbeiða báðir í Lissabon fyri Sine Qua Non, sum veitir gastronomiskar tænastur á høgum støði til matstovuvinnuna har í landinum. Ivo og Samuel eru her saman við portugisiska sendiharranum í Danmark, Rui Macieira, sum saman við starvsfólkum greiðir frá um ferðamálið Portugal, nú Atlantsflog hevur boðaða frá at tey fara at flúgva hagar næsta ár, og ikki minst nú føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla móti Portugal. Vertur var Jógvan Elias Winther Poulsen, sum er portugisiskur konsul í Føroyum. Erla R. Ziskasen tók myndirnar.


Úr  400 kg av flaktum og saltaðum toski frá Vaðhorni á Strondum, hava Ivo og Samuel borðreitt bacalao í SMS og hjá Öström við trimum vælsmakkandi saltfiskarættum eftir teirra høvdi og hugi. Í dag er aftur høvi at smakka góða saltfiskin í SMS.


Onkuntíð kann verða sagt, at hatta var ein ordiligur saltfiskatúrur. Tá havi eg skilt, at uppgávan var stravin, umstøðurnar truplar og úrtøkan ivasom. Men gomlu saltfiskamarknaðirnir í katólsku miðjarðarhavslondunum eru enn líka spennandi ferðamál, sum tey ivaleyst altíð hava verið. Í so máta hevði verið spennandi at gjørt eina ferð í føstu, eitt gestaboð, til kendastu katólsku saltfiskamarknaðirnar í Grikkalandi, Italia, Spania og Portugal. Hjá ferðandi føroyinginum er neyvan nakað, ið er meir savnandi og upplivilsisríkt á hesum leiðum, enn saltfiskur norðan úr egnum sjógvi, bακαλάος, bacalao og bacalhau. Kanska var tað ein uppgáva fyri eina ferðaskrivstovu - ein saltfiskatúrur í føstu beint úr Føroyum!