Skip to main content

Norðurlendsk vika




Tað er norðurlendsk vika, sum endar við nýggjum lovsangi hjá Sunnleivi Rasmussen og Kim Leine týskvøldið, tá Norðurlandaráðið handar almennu virðislønirnar í ymsu listagreinunum, og fyri náttúruvernd, í konsertsalinum hjá DR frá klokkan sjey og út á kvøldið.

Norðurlendski samleikin hevur tað gott, hóast breið semja er um at hann hevði tað nógv betri fyrr, tá hann enn hevði fólksligar røtur. Í dag er alt norðurlendskt samstarv stýrt av verkætlanum, sum byrja og enda á einum skriviborði og ikki spretta úr hjartanum á livandi fólki. Tann tíðin er farin.

Bleiv styrktur og sannførdur av sonnum í hesum tanka um frumevnið í norðurlendskum samstarvi í gjárkvøldið, tá norska sjónvarpið, NRK 1, sendi ein borandi dokumentar, Brennpunkt, sum fyri ein lítlan part lýsti agiteraða prædikumannin, pengainnkrevjaran og Harry Potter brennaran Jan Hanvold.

Sum sæst á myndini omanfyri er hann hugaður fyri norðurlendskum samstarvi, eisini føroyskum og sámiskum. Fløggini hanga øll har. Undirteksturin á kliptu myndini sigur, at tað krevjast nakrir kvadratmetrar at gera sjónvarp.

Og tað krevur hann inn, pengar fyri egnar kvadratmetrar at gera sjónvarp, at leiga íbúðir, at reka háfjalshotell - og so ein tíggjund til neyðhjálpararbeiði, gamaní. Man er jú kristin, í hvussu er av eiti. Men bara ein tíggjund av milliónunum sum hvønn dag renna niður í visiónskassan. Tað er í ordan, tí Gud elskar bara gevaran við kassa eitt, teg, sum situr úti í norrønu stovunum í einsemi. Ikki gevaran, sum skal bera víðari tað, sum hann hevur fingið fulltrú at sáa í akurinum, sum sagt verður.

Er tað nakað, sum altíð hevur knýt norðurlond saman, er tað átrúnaður og alt tað góða, sum kemur í kjalravørrinum á átrúnaði. Ja, vit kunnu draga fram serligar norðurlendskar dialektir og serlig norðurlendsk orð, sum øll spretta úr átrúnaðarligum virksemi í einum øðrum norðurlandi, og ríka okkara egna mál. Sama er við sálmum og tónleiki.

Men vit mugu eisini sanna, at tílíkar sjónvarpssendingar, sum tær hjá hesum prædikumanni, í óskammaðan mun gera sær dalt av einsemi hjá fólki við skerdum møguleikum úti í teim norrønu stovunum.

Tí eigur hetta at verða ein ávaring til Føroya Tele, um at strika Visjon Norge av listanum yvir sjónvarpsstøðir, sum verða bodnar føroyingum.

Verða tit, ið bjóða hesa avskeplaðu sjónvarpsstøð, ikki sannførd av sendingini NRK Brennpunkt í gjárkvøldið, so eiga tit at verða sannførd av tí telduposti, sum Jan Hanvold sendi øllum starvsfólkum eftir sendingina. Har lýsir hann ein Judas úr egnum starvsliði, sum við váttaðum skjølum hevur kunnað norska almannavarpið um virksemið í innkrevjingarvirkinum Visjon Norge.

Turrisliga sigur miskunsami kristni trúboðarin, Jan Hanvold, at Judas fór og hongdi seg.

Einsemi er ein plága, ið vit eiga at fyrihalda okkum til, har til ber. Álvarsligari plága eru peningaligir brotsmenn, ið geva seg út fyri at vera prædikumenn, og fáa einsom fólk at geva pengar, tí Gud elskar altíð ein glaðan gevara.

Sami maður vildi fyri tíggju árum síðani verða intervjúvaður av mær, tí hann helt at føroyskar Harry Potterbøkur skuldu brennast. Veruligu ørindini vóru at skava pengar saman úr Føroyum. Samrøðan um Hary Potterbrennu í Føroyum varð tó av ongum, tá hann fann fram til, at eg ikki var í hansara meinigheit.