Skip to main content

Kjakmentan fyri svínhundin?


Kjakmentan hevur verið ovast á arbeiðsskránni hjá Sosialinum í seinastuni. Tað er frálíkt, hóast eg ivist í hvørja meining tað gevur, at ein miðil soleiðis fer í sjálvsvingandi sjálvsviðgerð í tænastu fyri lesaran.

Er tað annað enn at fylla teigarnar, so lesarar og lýsarar ikki rýma? At skapa eitt vitborið trúfesti millum lesarar? Jú, tað eiga allir miðlar at gera, serliga teir handilsligu. Sambandið við marknaðin og eitt og hvørt vitborið rák, er júst tað, sum ein miðil altíð verður spentur upp ímóti, rætt sum málarin, ið fer í kríggj við løriftið, sum verður ein vøra, ið skal finna sín marknað. Soleiðis skal tað vera, og helst úti um alt landið.

Men tá vit koma til almentgagnliga frammanundan betalta public service miðilin, Kringvarp Føroya, eru korini annarleiðis. Har ber ikki til at gera tað sama sum aðrir teitismiðlar, ið bara tendra mikrofonina, tí teir onga redaktión hava, og lata ein uppistandsskemtara loysa frá posabandinum, sum til dømis í tríggjar tímar á Sjómannadøgum í Klaksvík.

Tí tað er tað hann er, Jacob Vestergaard, upp móti annarleiðis typecastaða Høgna Hoydal. Ein klassikari. Fyrr var tað bara veiðimaðurin á bygd móti skrivstovumanninum í Havn, men í seinastuni hava vit fingið amerikanska forsetavalevnið, Donald Trump, inn í hvørja stovu við so óinballaðum uppistandsskemti, at tað er beinleiðis óbehagiligt.

Eftir at hava flent og sligið okkum á lørini, ganga vit í okkum sjálvi og spyrja rannsakandi, um hetta nú var stuttligt, fyri hvønn, hví og hvussu. Er tað møtta klaksvíkingin, ið flennir og klappar, ið uppstandsskemtarin talar til? Er tað ein innahýsis dialogur teirra millum, á staðnum har norðuri, sum eg ikki havi kotaðan førleika til at skilja, tí eg eri ikki partur av tulkingarfelagsskapinum? Jú, eg haldi tað. Men samstundis veit eg, at tað er fult hús til hesa orrustu hvørja ferð.

Sum eventmakari vildi eg skotið upp, at henda hólmgonga verður lýst sum eitt staðbundið sjómannasjov fyri túsund krónur fyri høvdið. Minst. Hetta er ein klassikari, sum undir øllum umstøðum er útseldur beinanvegin. Og alt gott um tað. Alt gott um innovativt undirhald á staðnum. Bara tað er á staðnum, og heldur seg har millum tey, tað er ætlað. Sjómenn á Sjómannadøgum.

Men so kemur mín undranarspurningur, sum trívur í evnið kjakmentan, sum Sosialurin í Havn hevur sett á breddan: Hvat ger almenna Útvarpsmikrofonin á einum privatum uppistandssjovi á Sjómannadøgum í Klaksvík í tríggjar tímar? Tað er ikki vavið á veiðimanninum, ið ørkymlar meg, heldur ikki at Útvarpsmikrofonin fer út á bygd, men tann konstanta talan til innara svínhundin, ið ørkymlar meg.

Meðan eg hugsi um kjaksendingar sum The Doha Debates hjá BBC, ið fostraði flestu grundsjónarmið um public service, so undrist eg sáran yvir, hvat Útvarpsmikrofonin gjørdi á uppistandssjovinum á Sjómannadøgunum í Klaksvík í gjár.

Men sjálvandi kann eg sløkkja, og hvørki hoyra ella lurta eftir tí, eg ikki havi skil fyri. Gamaní.