Skip to main content

Tórsbyrgi 40 ár


Gutti, sum býr í nummar 30, hevur 40 ár ritið um Tórsbyrgi í hondini. Elin Súsanna í nummar 13 hevur skrivað við støði í gerðabókini. Aftanfyri Gutta eru fløggini, sum kommunan setti á parkeringsplássið fríggjadagin. Hann rópar eitt trýfalt hurrá fyri okkum øllum, innan vit fara at eta morgunmat leygardagin.

Kvinnurnar í Tórsbyrgi hava bakað bollar, vaflur og rugbreyð, og skorið frukt, grønmeti og altskyns viðskera til morgunmatin. Afturvið hevur Áki skipað fyri at 600 myndir úr Tórsbyrgi fyrr og nú verða vístar upp á veggin.


Sum elsta eigarafelag í landinum fer Tórsbyrgi í hesum døgum um tey 40. Her eru 36 hús og 10 av teimum húskjum, sum í 1976/77 fluttu inn, búgva enn her. Onkur hevur flutt í størri hús í býlinginum og onkur, sum hevur selt, hevur keypt aftur. 14 húski hava búð her í meir enn 20 ár, sigur bóklingurin undir yvirskriftini "Fólk støðast í Tórsbyrgi". Í dag búgva um 80 fólk í øllum 36 húsunum, í 14 húsum er nú bert eitt fólk í húsi, harav helvtin eru oman fyri 60 ára gomul. Tá barnatalið var hægri, búðu 130 fólk í býlinginum, sum hevur havt nógv eyknevni, Legoland, Peking og Christiania. Mest beinraknað heiti var eini grannin, sum nýliga innfluttur segði, at hetta var sum á bygd og tó mitt í býnum. Líka stutt var báðar vegir. Formaðurin, Høgni í nummar 19, helt leygarmorgunin eina drúgva og kompleksa, men fantastiska góða 40 ára talu.


Og Álvur í nummar 24 tók eina stuttliga mynd hinvegin, av yours truly, bloggaranum sjálvum, uttan at nakar varnaðist.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, og konan, Hjørdis, vóru við til morgunmatin. Heðin helt eina vælupplagda røðu, umrøddi Pokemon, og endaði við et geva ein risa stóran urtapott, sum var ein japansk rønn, ið verður reyð og blómar. Her sæst plantan, sum enn er grøn, aftanfyri Høgna, Turið og borgarstjóran.


So varð yndisligur sangur við trio'ini hjá Biritu Adelu, Eyð og Sissal. Tær høvdu sungið saman í einum sangleiki, og í dag valdu tær føroyskar vísur fyri tríggjar fantastiskar røddir.


So vórðu allir menn við skeggi savnaðir í túninum í Tórsbyrgi til myndatøku. Elsta skeggið átti Jens Petur í ljósari skjúrtu mitt fyri. 1972 var fyrsta árið hann bar skegg.


Bryndis, Bodil og Marita lakkaðu og teknaðu paradís og hávar við kritið á asfaltið millum hjallarnar. Akkurát sum fyrr.


Bryndis málar børnunum andlitið, frá Batman til Spiderman.


Millum húsini, á bønum uttanfyri felagshúsið, hevur Vivian Sjóðklett skeið í at flenna og anda, og púra ópolitiskt at siga sum jólamaðurin, og eftir uppskoti frá formanninum sum ein sambandsmaður, sum ein fólkafloksmaður og sum ein tjóðveldismaður. Og so klappa, og taka í hondina á grannanum.


So syngur Føroya sterkasti maður, Bjarni, meðan Arnbjørn spælir undir. Aftaná sangin varð høvi at togtogast við Bjarna.


 Fólk, sum fyrr hava búð í Tórsbyrgi vitja eisini. Her eru Kára Gunna og Sonne. Hon búði fyrr í grannahúsunum, nummar 16.


Sebastian úr Vestmanna skipar fyri line dance í tjaldinum á nýggju terassuni. Á niðaru myndini síggjast smílandi Anna Krista, Jóna og Hallbjørg. Um kvøldið helt Anna Kristan eina fína røðu, har hon fortaldi um trøðna hjá Júst og gula spøkilsishúsið, har minst ein skómakari varð myrdur.


So er gongutúrur við borgarstjóranum at síggja økið og hvussu plantað er allan vegin runt um Tórsbyrgi. Á niðaru myndin greiðir Jón frá um vitan, sum varð tikin niður í Akrabyrgi í 1984.


Og her sita Bjørn og Maximilian undir nummarinum 17.


Upp undir 40 ára dagin fekk eg frá fyrireikingarnevndini til uppgávu at fotografera inn í durin hjá øllum, sum búgva í Tórsbyrgi. Meta, sum sæst niðast, hevði gjørt tað sama fyri 15 árum síðani. Niðanfyri sæst úrslitið eftir húsanummari.