Skip to main content

Sunnudagur í Nólsoy


At síggja av dekkinum á Ternuni, man hetta vera besta morgunmatarborð í Havn í dag. Tað er umborð á niðurlendska seglbátinum Thor, sum er úr Rotterdam. Í dag liggur hann við Bursatanga inn móti Kongabrúnni, við útsýni niðan eftir Áarvegnum. Ternan tendrar motorarnar og leggur frá uttaru síðu á Bursatanga. Hurðarnar til brúnna standa opnar og ferðafólkini forvitnast, meðan ferjan snarar sum ein knarvi í hesum lítla býi, ið sær út sum eitt gluggatjald í eini Disneyferð.


Breiddin í úrvalinum gongur upp fyri tær, tá tú í sama eygnabragdi sært frámerki sum Murmansk og Selatrað og enn ikki hevur slept Havnini.


Uttan fyri Molan sæst Havnin í dag við konteynarum fremst fyri. Frá hesari síðu er einki meira sjálvsagt enn tað. Bingjukonteynarar fremst fyri í eini havn, har arbeiði er til allar hendur.


Tjúgu minuttir seinni eru vit komin um fjørðin og leggja at í litríku Nólsoyarbygd, har eg uppdagi, at gult er dagsins fokuslitur.


Tá eg gangi framvið neystaveggjunum at finna Kattruppkassan í vindeygaholinum, varnist eg aftur sunnudagsgula fokuslitin, nú sum skónir á vegginum.


Aftanfyri neystini, nú vit eru á leiðini niðan móti Nýggjagørðum, stendur ein reyður Massey Ferguson traktorur í túninum.


Í Nýggjagørðum nummar fimm hevur Guðrun gjørt klárt til eina rimmar máltíð við turrum kjøti, fiski, grind og spiki, og øllum hinum, sum ikki sæst á myndini. Ein heil ólavsøka longu tólv dagar fyri tíð. Valla finst, hvørki hesumegin ella hasumegin fjørðin, ein betri forsmakkur av tjóðarhátíðini.


Eftir veitslumáltíðina fara børnini oman á Malarenda at fanga krabba og tað, sum fyri er. Aftur her spælir sunnudagsguli liturin við á brúnni.


Heima í bygdini, tað er á Ryggi haldi eg, stendur ein trampolin niðri í bønum, so bara sjálv yvirtromin kemur undan. Tað havi eg ikki sæð fyrr.


Meðan børnini spæla, leita tey gomlu eftir løgnum fotomotivum, hurðum og lásum, og uppslagstalvum, har rustaðar heftiklemmur síggjast aftur í setandi sólarljósinum.


Og so savnast øll til myndatøku í Nýggjagørðum, innan Anni, og maðurin Erik, fara aftur til Danmarkar við Norrønu í kvøld, eftir at hava jarðað mammuna, Fríðbjørg, sum búi í Silkeborg. Ein góður sunnudagur er komin at enda.