Skip to main content

Gestir og sangur


Ólavsøka er gestir og sangur. Longu ólavsøkuaftan hevur Sámal Blak fyrireikað allar gestir til felagssangin á Vaglinum á midnátt kvøldið eftir, ólavsøkudag. Tað er júst heitið, Midnáttarsangur, seks metrar við fótasporum, ið savna seg um eina avmálda sangbók á høvuðsvegginum í Listaskálanum, har ólavsøkuframsýningin hjá Listafelagnum er til 7. august. Listfrøðingurin Solveig Hanusardóttur Olsen hevur skipað fyri, fimtan listafólk eru boðin við og útvarpsmaðurin Gunnar Nolsøe opnaði. Stuttligari, og opnari fyri tulking, kann tað neyvan sigast, enn júst í hesum verkinum hjá Sámali Blak um tað trokandi savningarmentan, sum eitt evarska lítið bil eyðkennir ólavsøkuna.


Undan setanini bjóðar Amariel ein góðan bita úti í Lambagerði, har nógv eru møtt, millum onnur teir báðir Eyðun og Eyðun, við eftirnøvnunum Johannessen og Waagstein, báðir søgusigarar av Guds náði, og við sama borð.

Út á dagin hevur Amariel fernisering í Galerie Focus í kjallaranum, har ársins ólavsøkuframsýning letur upp. Upp móti tí bláa, dámar mær væl hin villa og flammandi reyða litin


So til gongu oman á Vaglið at hoyra Suna Merkistein, útvarpsmann, seta ólavsøkuna. Ein góð røða um samanhald, og við støði í Kennedy og Ova, at hava Føroyar í fokus í avrikum, heldur enn seg sjálvan á teim innantómt larmandi sosialu miðlunum, sum fylla so nógv. Hjá summum og ikki hjá øðrum. Orðini hjá Hans Andriasi Djurhuus um at "saman at halda varð ei okkum givið", eru meir enn nakrantíð eitt tvíeggjað svørð, sum annan vegin er ein konstaterandi søgulig ávaring, og hinvegin gerst ein sjálvuppfyllandi framtíðarprofeti, ið hvørja ferð, vit siga tey, verða ein gnaddandi mantra tann skeiva vegin.


Turið, sum býr í Tórsbyrgi, hevur verið inni í nýggju snøggu avgreiðsluni hjá Visit Tórshavn í Steinatúni, har Føroya Banki var fyrr. Har er ein søgulig fotoframsýning frá konga- og drotningavitjanum í Havn, og á einu myndini, sum er frá 1995, er Turið avmyndað saman við barnagarðsbørnum, ið flagga við donskum og føroyskum fløggum fyri drotningini. Ikki nýggja Blákrossflagginum frá Dahls Flagfabrik, men teim røttu fløggunum, væl at merkja.


Uppi í Listaskálanum merkist ein samanrenning millum fortíð og modernitet, sjógv og land, hjá Randi Samsonsen í plastikki og bummull, sum Petur Dahl her grundar yvir.


Olivur Eystberg er sloppin við á ólavsøkuframsýningina við sjey svørt hvítum analogum fotomyndum frá 35mm filmi á Ilford pappíri. Savnandi heitið fyri allar sjey myndirnar er Út úr tí gráa.


Edward Fuglø hevur gjørt eina ófrættakenda instalasjón, Ólavsøkugestur, sum er eitt rúm við ljóði, lutum og lukti,


Tummas Jákup Thomsen hevur 25 hugtakandi blýants-, tussj- og koltekningar í svart hvítum comic book stíli, sum eg havi hug at kalla afturlítandi framtíðartekningar.


So oman gjøgnum Plantasjuna til Tórs Kafeteria, har Birgar Johannessen hevur savnað lutir úr Havnar søgu. Alt byrjaði við eini veitslu í 1991, tá Birgar og tey, sum búðu yviri í Lon í Eysturbýnum, savnaðust. Her er Birgar avmyndaður við 1:100 modellinum av Reyni, sum hann sjálvur hevur gjørt úr flamingo og pappi, so hvørt hann hevur mált upp.


Í gomlu Havnarstovuni, sum Birgar hevur innrættað á Tórs Kafeteria aftast í myndini omanfyri, er eisini ein rúgva av bløðum frá 1986. Ovast á bunkanum liggur vikublaðið Varpið, sum Dagny Joensen ritstjórnaði og gav út. Aftast í hvøjum blaði var eitt heilsíðu sjónvarpsummæli, har eg haldi meg bera kenslu á skrivaran fyri 30 árum síðani, sum tá var 29 ár, og persónliga signaturin niðast á síðuni.


Á Kongabrúnni eru allir gluggar uppá víðan vegg í Stephanssons húsum hjá Ingvør Nolsøe, niðast í Skansabrekkuni.


Á næstu grund skal Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, handa kappróðarasteypini, tá allir róðrarnir eru lidnir.


So yvir á Vestaruvág, har allir bátarnir liggja úr Vágsbotni og út eftir brúnni. Teirra millum er stóri reyði stuttleikabáturin, Brendan FD 1250 av Skála. Tað er Kári Suni Johannesen, fyrrverandi borgarstjóri, sum eigir bátin, og skal loysa, nú vit fara við Norðlýsinum út á ólavsøkufjørðin við amerikanska sendiharranum, Rufus Gifford. Eftir ódnina Katrinu keypti Kári henda bátin úr New Orleans, har hann var sokkin við bátabrúgvarnar. Fimtan metur langi báturin er ein Sea Ray Sundancer frá 1999, sum eftir keypið varð førdur til Göteborg við farmaskipi, og skrásettur í Føroyum fyri jól í 2007.


So leggja vit frá landi á ólavsøku. Tað havi eg ikki roynt áður, at fara til sjós á ólavsøku. Tað eru Hans Andrias Kelduberg, frá Thor, sum eigur 80% av Norðlýsinum, og Jóhan Mortensen, altjóða konsulentur, ið bjóða umborð. Saman við Poul Michelsen, landstýrismanni við vinnumálum, eru teir vertir fyri útferðini, ið skal knýta vinnulig sambond við USA. Við sendiharran fara Føroya Tele at tosa um Apple, SEV um elbilin Tesla og um Solar City. Og so dáma teimum væl myrkt føroyskt øl. Fyrrárið skonkti Føroya Bjór fyri 2000 gestum, tá amerikanska sendistovan í Keypmannahavn helt tjóðardag, 4th July, og ein jólabryggj hevði eisini smakkað okkum væl í ár, hoyrdi eg sendiharran siga.

Í innbjóðingini til útferðina verður sagt, at "USA var áður álitið hjá Fiskasøluni og Føroyum, serliga við 5 punds pakninginum. Í dag er USA aftur stórur marknaður, og tekur fisk fyri litla milliard og er ein marknaður, sum fer at vaksa. Thor í Hosvik er mesta altjóðagjørda felag, við millum 400 og 500 starvsfólkum globalt. Thor hevur eisini virksemi í USA, og metur at aktiviteturin har fer at vaksa. Tiltakið ídag sýnur, hvussu týdningarmikið tað er, at vinnan samstarvar við almenna Vinnumalaraðið, og í felag tekur sær av VIP gestum, føroyskum áhugamálum at frama." 

Jóhan Mortensen leggur afturat, at "aftaná Brexit eiga vit at menna amerikanska samstarvið og eggja nógv fleiri føroyingum at lesa í USA og virka fyri einum mentanarligum samstarvi tann vegin."

Men fyrst er tað Birgir Enni, sum skal greiða frá um bjargingarútgerð, hvussu siglt verður og hvat verður serverað umborð í dag.


Seinni í ár fer Johannes Jensen at lata upp matstovuna The Tarv, sum fer at borreiða við amerikanskum neytakjøti, beef, úr Nebraska, innast í Vágsbotni. Við róðrið, nú vit leggja út av Ólavsøkuhavnini, er Alfred Joensen frá Thor.


Ali serverar fyrsta av trimum rættum, sum í hesum føri er kenda fiskasúpanina hjá Birgi Enni. Á niðaru myndini síggja vit Ali saman við føroysk-íslendsku operasangarinnuni Drífa Hansen, sum býr í Berlin.


Tá vit eru komin inn í Hoyvík, leggur Norlýsið stilt og vit duva blítt upp mótu klettunum. Operasangarinnan Driva syngur tveir sangir. Fyrst hina yndisligu vøgguvísuna, Lítlan, eftir Tummas Napoleon Djurhuus, Tonglatummas, við lagi eftir Dan Højgaard, og so ein norskan. Afturljóðið frá klettunum er serstakliga hugtakandi.


Amerikanski sendiharrin er so bergtikin av sangi, ljóði og náttúrðu, at hann heldur eina kveikta spontana talu frammi í gron, meðan Tórsbyrgi vaggar aftanfyri. Hann er diplomatur út í odd og egg.


Tey, ið arbeiða á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn, hava stóran áhuga í filmi, og halda at Føroyar eru upplagdar sum location fyri lýsingafilmum. 42 ára gamli Rufus Gifford er sjálvur handritahøvundur úr Hollywood, og vónar, at hann fær eitt ár afturat í Keypmannahavn, nú forsetaval verður 8. november. - Men eg eri eisini sendiharri fyri Føroyar og Grønland, ger hann okkum greitt. 

Men so leingi grindadráp er ein vanligur praksis, so fer neyvan nakað filmsframleiðslufelag úr USA at koma til Føroya við stórum verkætlan, ið snúgva seg um spælifilm. Uttan at tað verður sagt beinleiðis - hetta er jú ein diplomatisk úferð - so skilji eg greitt á starvsfólkunum, at júst grindadráp var orsøkin til at Steven Spielberg vrakaði Føroyar, og heldur valdi oynna Skye og Orkney at filma The Big Friendly Giant, sum nú gongur í heimsins biografum. Alt hevur sín prís.

Nú eru vit komin at landi aftur, og Hans Andrias hevur alla orsøk at verða framúr væl nøgdur við hesa hugfarsligu útferð við samstarvandi føroyskt-amerikanskum mentanar- og vinnulívssýni við Norðlýsinum sum dekskarmi ólavsøkudag. 


Heimkomin í Tórsbyrgi er dekkað upp til gestir við øllum góðum, ikki minst litføgrum skerpikjøti frá Ivani og Guðrun úr Nólsoy. Tá er gott við eini sluppøl á terassuni við útsýni yvir kampingplassið og allan fjørðin, innan vit fara oman á Vaglið at syngja í felag við túsundum - Midnattarsang úr lítlu sangbókini.


Og so er ólavsøkan av, og stundir eru at siga ungu húsfólkunum, Anne og Jógvan, farvæl. Her eru tey avmyndað í mjørkanum framman fyri Gásadali. Eins gleðiligt tað er at fyrireika og halda ólavsøku, syngja og hava gestir, eins sorgblítt er tað at siga farvæl. Farvæl, og takk fyri hesuferð, elskuligu fólk!