Skip to main content

Edvard við nýggjari fotobók um samkynd


"Eg hugsaði við mær, at hesi liva helst eitt heilt vanligt og kærleiksfult lív sum vit onnur. Eitt lív við øllum, sum eitt lív á jørð nú einaferð bjóðar. Hvussu kann tað vera skeivt?" spyr Edvard Nyholm Debes við nýggju bókini Teir og Tær framman fyri sær.

Mánadagin leggur hann eina nýggja bók afturat tí sjáldsama lítla varðanum, sum kallast fotolist. Tónleikarin Edvard Nyholm Debess er í størri mun blivin fotografur. Í tvey ár hevur hann eygleitt gerandisdagin hjá samkyndum pørum, og nú verður úrslitið lagt fram í Norðurlandahúsinum mánadagin kl 17:00, har Bogi Davidsen, sum er við í fotobókini, eisini fer at greiða frá.


Longu í kolofonini sæst at Edvard er Leicamaður. Umframt Edvard hava Lisa Nyholm Debes og Jóhan Martin Christiansen ritstjórnað fotobókina, sum Ingi Joensen hevur sniðgivið. Hann starvast á Føroyaprenti, sum aftur hevur prentað. Bókin, sum er svørt hvít, málar 25 x 23 cm og kundi verið eitt vet størri, so hon lá betri á kaffiborðinum. Tí einki er at taka seg aftur í, at hetta slagið av bókum er til kaffiborðið, a coffee table book. Niðanfyri sæst permumyndin, sum er av Margret og Lilju. Seinna myndin er av Peturi og Arnar á bls. 112.


Mentanargrunnurin staðfestir undan framløguni, at tað er ein sannroynd at opið samkynt parlag ikki er so eyðsýnt í føroysku býar- og bygdarmyndini sum í londunum rundanum okkum, og hesi stríðast eisini áhaldandi fyri at fáa somu rættindi sum aðrir samfelagsborgarar. Hetta seinasta hevur verið sera nógv í andgletti seinastu árini, og tykist hendan sak nú verða komin á eitt vegamót við samtyktini í Løgtinginum. Ístaðin fyri at vísa á munin millum samkynd og hinskynd, setur Edvard í bókini Teir og Tær eyga á alt tað, sum vit øll hava til felags, og at tað at hava ein gerandisdag við børnum, arbeiði og frítið ikki er tengt at kynsbýtinum í hjúnarlagnum, men at tað snýr seg um kærleika, og at tvey menniskju er góð við hvønnannan.



Í 2014 gav Edvard út fotobókina Kærleiki og Vónir, sum máldi 30 x 22 cm og var um hjúnini Johan og Rakul Dalsgaard og teirra gerandisdag, tá tey búðu í Famará árini 2010 til 2013. Myndina omanfyri tók eg av Edvardi við nýggju bókini uttanfyri køksvindeygað í mai í 2014. Reyði vitin er hann, sum var í Famará til hann varð tikin niður í 1984. Fyri ein part havi eg hug at taka støði í ummælinum, sum eg skrivað á bloggin, tá fyrra fotbókin hjá Edvardi kom út í 2014:

Í eini skjótari talgildari tíð, har einki kann haldast fast, er henda bók ein taktil fragd at uppliva. Sum ein LP pláta við húsa og innmati. Hóast heildin í bókini byggir á ein stillført poetiskan tanka og tóna, er hon fylt við kontrastríkum rørslum, har hon er best. Summa staðni hómi eg í fotografiska myndaarbeiðnum enn ein farra av mínum yndisfotografi, Anton Corbijn, sum arbeiðir nógv við kontrastríkum nærmyndum úr gerandisdegnum. Í hesi bókini, Teir og Tær, tekur Edvard okkum eitt stig longur, tí hann vil lýsa ta gleði, sum púra ótilgjørd er karmurin um eygleiðandi útslitið, nú hann í tvey ár hevur fylgt samkyndum føroyskum pørum, mest í útlondum, men eisini í Føroyum. Kontrastríkar myndir av gleði. Tað er tað, sum er heft í rygginum og bundið inn í hesa bókapermu. Kontrastríkar myndir av gleði.

Til lukku við enn eini fotobók, Edvard!