Skip to main content

Hetta er prísurin fyri eitt Føroyakort


Hetta er prísurin fyri loyvi at prenta eitt danskt Føroyakort í føroyskum bókum ella øðrum prentmiðlum at brúka í okkara skúlum í okkara landi. Ikki er tað upphæddin, ið ræðir meg, men tann politiska líkasæla, síðan heimastýrið kom í spargament fyri skjótt 70 árum síðani. Ikki eingang reyðgløðandi tjóðveldisfólk hava hildið tað verið eitt burðardygt projekt at taka kortekning heim. Tí rópti eg eitt innantanna halleluja, tá Sigrún í Útvarpinum í morgun klokkan sjey kundi siga, at nú var vón fyri stavn. Hon visti at siga, at í oktober fara útlit at vera fyri, at vit sleppa at tekna okkara egna land til egið brúk. Landið verður tikið heim og sett í egnar bøkur. Og hvør veit, kanska eisini digitaliserað, endurgivið í 3D og alla tíðina dagført á eini almennari síðu. Neyvan er nakað so stórt hent í so lítlum landi - so spakuliga. Men livst, so spyrst.