Skip to main content

Havnin eitt hummarakvøld


Teldutala

Jákup Sumberg, sum er høvuðskokkur í Barbara Fish House, borðreiddi við hummara fríggjakvøldið. Fyrst var grillað jomfrúhummarasalat við sterkum koriandersmakki sett á borðið. Síðan kom høgguslokkur av Føroyabanka, og so høvuðsrætturin við svarthummara úr Kanada í tveimum variantum, fyrst sum rulla við klógv, so við tomat confit, várleyki og hollandaise sharon sós. Dessertin var sponsk og flamberað. Vínskráin var sum altíð vælkomponerað frá tí brúsandi spanska Cava, sum var fyrsta glasið, til søtan týskan Spätlese, ið var seinasta glasið, innan ein skarpan Scapa durawhisky.


Matvinnan í miðbýnum í Havn er í fagrasta blóma. Minnist í 1975, tá eg setti bøkur uppá pláss á Býarbóksavninum, at stuttligasta bókin var Bästa vägen till Muckle Flugga: notiser kring en resa till Island, Färöarna, Orkney och Shetland. Har lýsti svenski skemtarin Hans Alfredson, helvtin av Hasse & Tage, matstovuna á Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Hóast hann visti at landið var eitt turrlagt losjufelag, hevði hann gjørt seg út við cognac í skjúrtulummanum, har hann hevði ein sigarsylindara við súgvirøri niðurí. Tað var rein jarðarferð, helt Hasse, meðan hann í loyndum sutlaði cognac afturvið kaffinum og eygleiddi servitrisurnar, sum veruliga vóru til jarðarferð. Í dag er matvinna og matlist sett á vinnupolitiska skrá og ferðafólk koma higar, bara at uppliva smakkin av Føroyum eina evarska lítla løtu. Eini hjún úr Texas fortaldu, at teirra Føroyaferð var a trophy travel at siga vinfólkunum frá um eina gastronomiska perlu, har eingin annar í teirra vinaskara hevði verið.


Og her grør um gangandi gastronomifót. Fútastova er latin upp sum opin og rúmlig matstova afturat Áarstovu, og Nýggjastova verður til matstovuna Ræst, har borðini eru gjørd úr mastrini, sum nýliga varð tikin úr Westward Ho, og upprunaliga stóð í Polo. Søgurnar tróta ikki á hesum gastronomisku leiðum. Um hornið í Bringsnagøtu fer Bartskersstova, tað er gamli handilin hjá Katrinu Christiansen, at lata upp sum tapas matstova í november, og í Vágsbotni verður nýtt grillhús, ið fær kosmopolitiska heitið The Tarv. Longur upp í býnum er pitsa á hvørjum hornið, tí tað er tað, ið ungdómurin hevur í lummanum, ein hundraðkrónuseðil, sigur Mouldi, sum eg møti í Steinatúni. Hevði ynskt, at pitsamiðbýurin í Havn tók við læru av Pappíroynni í Keypmannahavn og teirra væleydnaðu royndum við street food. Millum storytelling og pitsaroyk fari eg inn í Sirkus við Sissal Kampmann at lurta eftir 19 ára gomlu dóttur hennara, Leu.


Hon syngur egnar enskar sangir, meðan Ólavur Gaard spælir poetiskan elgittar við nógvum pedalum, og blaðungi Vinjar E. Petersen, spælir klaver og eina varisliga munnhørpu. Poetiskt í hvørjari vrá, minti meg á gomlu John B. Sebastian og Neil Young, og kanska yngru Portishead. Allarbest dámdi mær gittarstrokini, sum í allari einfeldni peikaðu til Hank Marvin og Jeff Buckley. Fyrstu ferð eg hoyrdi Ólav Gaard var í tiltakinum Rósa Maria hjá Jónleivi Jensen í Norðurlandahúsinum í november í fjør. Lea Kampmann og tey fara nú í upptøkuhøli at gera eina fløgu við egnum tilfari. Tað verður spennandi, tí henda lítla konsert mitt í Havn boðaði frá serstakliga góðum. Góða eydnu!