Skip to main content

Føroyar úr erva


Um so veðrið er illfýsið, sum á Vaglinum í dag, eru flaggdagsrøður altíð áhugaverdar at lurta eftir, tí tær bera brá av, hvussu langt vit eru komin á tjóðskaparleið. Jóhanna á Bergi helt ein góða røðu við ervafrásjón, frá Nils Holgarson til Lítla Prinsin, um einstaklingin, sum altíð hevur verið undangongufólk, og at enda ein ávaring um aldri at gerast skuggi hjá teim undanfarnu.


Í kunngerðunum í Útvarpinum í dag hoyrdi eg nógvar flaggdagsrøðarar nevndar. Onkur teirra hava gjørt vart við seg sum fólk, ið ganga inn fyri fullveldi og ikki heimastýri. Helst er tað tí, at tey eru biðin at røða fyri flagginum. Tí eri eg spentur, um ikki heimastýrisfólk fara at protestera út á dagin. Protestera um, at aftur í ár sluppu bara fullveldisfólk at ganga undir merkið at røða og brúka varpið, skótarnar og orkestrið. Tey fara nokk ikki at protestera ímóti, at danskir stovnar veittra við donskum flaggi á føroyska flaggdegnum. Livst, so flaggast.

Óla Jákup Rólantsson tók myndina omanfyri