Skip to main content

Meinigheitirnar hava lært tingið at parlamentera


Í fjálgari og lítið forpliktandi fjarstøðu havi eg í feriu fylgt við í kjakinum á tingi um hjúnabandslógina. Hefti meg við, at tingmenn og onkur kvinna, øll líka øst, tala ikki til fólkið, men til hvør annan, vátta og rósa hvør øðrum, alt innan ein innara múr, sum vit ikki síggja, men sum í hesum døgum er bygdur upp úr ongum í túsunda ára gamla parlamentinum.

Sum tíðin líður, og tingformaðurin einki sigur, skilji eg, at tingfólkini hava lært seg at gera sum meinigheitsleiðararnir. Prædika fyri kórinum, ið eru tey sannførdu og longu frelstu. Ikki fyri prædikuna skyld, men fyri at laga upp ein innvendan og sjálvnørandi tulkingarfelagsskap, ið er ein múrur millum okkum og teirra, so sjálvt teir ráðaríkastu sosialdemokratar vita, hvør er inni og hvør er úti. Akkurát sum á Facebook, har vit dáma og deila tað, sum vit longu frammanundan vistu, at vit vóru samd við okkara vinfólkum í at siga og halda um hini.

Sum ein tølandi messa við gregorianskum kórsangi afturvið veksur samkoman av rættvorðnum og órættvorðnum í Føroyum.

Tá teir sosialdemokratar, sum flokkurin setur størstan prís uppá, hava vassað ov langt út og vilja tváa sær um føtur og hendur, so teir sleppa aftur á blóðið, hitt reyða og fólkaræðisliga, so kalla teir hin skriftlærda oman av Sinaifjalli at skriva seg úr hugsjónarligu armóðini.

Longu í Fyrstu Mósebók læra vit hetta retoriska snildi, ið altíð kann keypast fyri pengar. Tá segði tingformaðurin: «Røddin er rødd Jákups; men hendurnar eru hendur Esavs!» Í dag sigur hann einki.

Endin á teirri Bíbilsøguni er helst upphavið til tað flokspolitiska stættarstríð, sum síðani er íkomið úti í heimi, men nústani er flutt inn á Tinghúsvegin.

Einaferð tosaðu tey um gula vandan. Veit ikki, hvønn lit hesin nýføroyski parlamentariski vandi skal fáa. Facebookbláur kanska?

Myndirnar eru tiknar á Vaglinum, tá biðið varð fyri Løgtinginum í august í fjør. Tað hevur hepnast í ólukkumát.