Skip to main content

Torbjørn fagnaður


Teldutala

Í dag var fult hús í Steinprenti at heiðra Torbirni Olsen, sum fyllir 60. Hann hevði arbeitt í Steinprenti og nýggjasta prent varð, feskt úr pressuni, hongt á veggin og sett til sølu fyri 1800 krónur. 56 eintøk eru gjørd. Eg tryggjaði mær straks nummar fimm í glasi og rammu.


Tað er Jan Andersson, sum er fryntligi litografurin, ið tekur ímóti, og eisini er myndaevnið í einum av stuttligu grafisku prentunum hjá Torbirni.


Kinna Poulsen hevði tikið stig til grafisku framsýningina, og maðurin, Herluf Lutzen, spældi eina parafrasu yvir føroysk løg á jazzgittara, sum var tað sjálvur Wes Montgomery, ið stóð nýtendraður framman fyri okkum, meðan hon og Torbjørn bíðaðu eftir høvuðsrøðaranum.


Bárður Jákupsson helt eina stuttliga røðu um Torbjørn sum ungan teknara, ja fyrst og fremst teknara, men so eisini anekdotiskar søgur, sum til dømis tá Torbjørn málaði biskuppin í Keypmannahavn, Ole Berthelsen. Tá málningurin varð liðugur og avhendaður, kom Torbjørn eftir, at hann var ikki heilt nøgdur við málningin. Hann hevði lyklin til rúmið hjá biskuppinum og fór inn á nátt at mála víðari, men tað gekk illa í hond. Ja, av tramanum til, og myndaevnið fór at líkjast einum líki. Tá stóð hart á gomlum nøglum, men tað spældi væl av. Eftir grovar ákærur um innbrot og herverk, kundi biskuppur nú staðfesta, at 'Torbjørn er en stor kunstner!'


So vóru stundir at hyggja eftir litsterku grafisku framsýningini, hyggja í myndaskránna og ikki minst at heilsa uppá fólk henda frálíka fríggjadag í Havn.


Eftir at hava sæð The Revenant í Havnar Bio í gjárkvøldið var tað ikki sørt at ein liggjandi Jesus hjá Torbirni, minti meg á ein illa farnan Leonardo di Caprio í himmalljósinum hjá Emmanuel Lubezki í amerikansku vetraroyðuni í 1800'talinum. Og so vórðu stundir at práta við Torbjørn sjálvan. Til lukku við degnum og takk fyri málningarnar, grafikkin, tekningarnar og kolorittin, sum tú setur á heimligu tilveruna til gerandis og heilagt. Til lukku!