Skip to main content

Seyður millum fjals og fjøru


Millum fjals og fjøru kallaðist ein av mongu, góðu gomlu Útvarpssendingunum á Bryggjubakka. Eins og bókasavnið var Útvarpið mentastovnur av eindarslagnum, sum visti alt og sendi alt, men bara nakrar fáar tímar um dagin. Tá var tað alt. Fyrst um morgunin, so á middegi og at enda um kvøldið. So varð endað við einum fosturlandssangi og leygarkvøld við tjóðsanginum. Tá var einki sjónvarp og einki internet. Kikarin var so dánt uppfunnin, píkadekk eisini. Annars vistu vit av ongum uttan úr heimi, segði Útvarpið ikki frá tí.


Leygardagin í prime time sendi Útvarpið frá drúgvum fakligum fundi um seyðahald, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum 3. november.


Sama dag, leygardagin, komu út 316 hegnisliga nýumbrotnar blaðsíður um seyðahald, sambært Robert Joensen (1912-1997) og hansara uppskriftum og útgávum úr Klaksvík frá 1942 og fram. Heitið er stutt og greitt Seyðabókin og útgevari er Sprotin. Í 1968, tá bókin Býta seyð og fletta kom út, fekk Robert Joensen virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum kemur høvundurin 43 ferðirnar fyri.


Tríggjar vikur undan kom nýggja bókin Seyður og seyðahald eftir Olav Schneider, sum eisini tók fleiri enn 100 myndir av seyði, fjallgongu og fletting, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út. Bókin telur 262 blaðsíður, so nú eru vit uppi á 578 blaðsíðum um seyð á sama máli um somu tíð. Tað vísur, hvussu ídnir, fyri ikki at siga nørdasligir, føroyingar eru.


”At tosa um seyð er eins vanligt millum menn og at tosa um veðrið. Eisini tó at so nógv er broytt seinastu hálvu øldina. Tíðliga í farnu øld var tað hildið løgið at skriva um alt hetta, sum allir menn altíð høvdu vitað. Eina hálva øld seinni er henda mentanin og nógv av niðurarvaða hjartatáttinum í føroyska gerandisdegnum í øldir langt frá hvørs mans ogn”, verður sagt í tíðindaskrivi frá Sprotanum, sum vísur á týdningin, at Robert Joensen gav sær stundir at skriva alt hetta tilfarið niður. ”Tað var í tøkum tíma, at hann skrásetti prátingarlagið og arbeiðslagið og mentanina. Nú bera vit boðini longur fram við einari bók, ið hóskar okkara tíð, og sum vísir, hvussu tað farna hevur funnið sær nýggjar røkur í nútíðini”.


Bókadeild Føroya Lærarafelags sigur um bókina hjá Olav Schneider, at ”hann greiðir hegnisliga frá gongdini í einum seyðaári, alt frá brundtíðini og lembing, til ullarroyting, heystfjall og fletting. Við nógvum forvitnisligum myndum, ið neyvt lýsa seyðahald árið íkring, orðafrágreiðingum, talvum og faktaboksum er bókin ikki bara ein sonn fragd fyri eyga, men eisini ein sannur gripur av upplýsingum og frágreiðingum um seyð og seyðahald. Eitt nú lýsir hon neyvt mannagongdina, tá ið tú flettir.”

Í 2006 gava sama forlag út vøkru svørt-hvítu myndabókina eftir Olav Schneider Heystsuita, sum er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu, sum forlagið tá segði. Tann bókin taldi 135 síður og kundi verið eitt vakurt stiliserað slide show á stórum lørifti.


Bæði í Lærarafelagnum í Havn, har Bókadeildin heldur til, og í Leikalund í Klaksvík varð turt kjøt av besta slag boðið gestum afturvið bókaframløguni.


Hóast seyðahald ikki er intensiv vinna í nøkrum føroyskum haga tað eg veit, men heldur líkist einum lívsstíli, kann ikki sigast annað, enn at vit eru vorðin varug við, hvussu vit á ymsum støðum kunnu fáa besta og mest sermerkta smakkin úr seyði.

Sjálvur dámar mær best seyð úr Kollinum ella har um leiðir á Eiði. Kanska er tað tí, at eg ikki havi rakt við so nógvan annan smakk aðrastaðni úr landinum.



Men nú kemur aftur ein forkunnugur smakkur, sum kanska grípur djúpt í okkara egnu søgu. Tað er taraseyður úr Oyrknoyum, sum Ian Caldwell avmyndaði omanfyri.

”Tey 35 krovini av taraseyði av North Ronaldsay eru nu komin til Føroyar og verða borðreidd í Áarstovu um stutta tíð”, sigur Jóhan Mortensen íverksetari, sum júst hevur verið á oynni, har garður varð gjørdur, at rudda seyðin út, so hann aldri kom niðan úr fjørðuni aftur. Men hann yvirlivdi av at eta tara. ”Orknoyingar siga, at hesin seyður er 5.000 ára gamal, komin úr Russlandi, og er sama slag, sum var í Føroyum, til hann varð avtikin um 1890”, siga Jóhan og John Mikkelsen og Johan Danielsen frá Áarstovu, sum hava verið í Orknoyum og keypt taraseyð. Myndin niðanfyri er úr avísini The Orcadian.


”Seyðurin á North Ronaldsay sleppur ikki at grasi. Tí er hetta seyðakjøtið ein eftirspurd útflutningsvøra í Orknoyum, serliga úr London og Edinburgh, har taraseyðurin er høgt í metum”, siga teir.

”Keldur vísa at fólk hava búð í Orknoyggjum í 6.000 ár. Hugsast kann, at samband hevur verið við Føroyar gjøgnum øldirnar, og seyðurin kanska er komin henda vegin eisini. Fleiri orð og hugtøk úr landbúnaði ganga aftur í málunum, og mín tesa er, at orknoyingar kunnu vera millum fyrstu niðursetufólk á Sandi, og at seyðabeinini á Junkarinsfløtti og seinasti seyðurin úr Lítlu Dímun kundu verið av sama slag".


Omanfyri hevur blaðmaðurin Craig Tayor á The Orcadian avmyndað seyð á bønum millum the Standing Stones í siluett undir norðlýsi við bygdina Dounby, sum kastar brandgula ljósið upp á luftina.