Skip to main content

Næsti høvuðsstaður


Edinburgh er størsti býur og næsti høvuðsstaður, bara 720 kilometrar og ein tíma og fimm minuttir burturi, tá ferðast verður við Atlantsflogi í dag. Gamaní skuldi kavin ruddast í Vágum eina góða løtu, innan vit sluppu avstað fríggjadagin, og mánadagin varð drúgvari enn eg nakrantíð havi upplivað at tjekka inn heimaftur. Flogfarið var fullsett báðar vegir. Her vóru arbeiðsfelagar og binduklibbar, sum høvdu brúkt møguleikan at fara eina skjóta sjoppingferð, síggja jólatrøðini verða tendrað í einum stórbýi, og fáa altjóða mentanarligar upplivingar afturvið. Alt samalt lagt til rættis av ferðaskrivstovuni 62Norður.


Hoyrdi fyrrverandi landstýrismannin í samferðslumálum, Sámal Petur í Grund, siga í Útvarpinum, at tað, sum hann var mest harmur um úr politiska lívinum, var at leggja Skotlandssiglingina niður. Tað avgerðina angraði hann mest.


Persónliga hevur tað stóran týdning, at ganga umborð á eitt føroyskt flogfar í Føroyum, og so fara úr aftur flogfarinum har, tú ætlaði á sjálvum komustaðnum, uttan at millumlenda í Danmark. Tvungna bindingin at Danmark, sum vit sjálvi hava skapt og hvønn dag halda við líka, er tyngjandi fyri føroysku fólkasálina. Vit kunnu ikki uppliva umheimin, ella hava ein fakligan fund í Føroyum, uttan at vit skulu millumlenda í Danmark, ella kalla ein dana higar at siga okkum, hvussu vit skulu gera og hugsa í egnum landi. Vit internalisera danan í okkum sjálvum. Og tað er ikki serliga internationalt. Tí eru tílíkar farleiðir og ferðamøguleikar av størsta týdningi fyri, hvussu vit sleppa at uppliva heimin. Tá definera vit okkum sjálvi.