Skip to main content

Á volapykk eitir landið Cilän


Rolf Guttesen, geografur, og framcøgumaður í Málfelagnum, sum varð stovnað í 1938, cigur at Málráðið mistekur ceg, tá eitt land í Cuðuramerika verður kallað og stavað Kili á føroyskum. Á volapykk eitir tað Cilän. Men tað kann hann co fara í kríggj við Málráðið um, á cyklu um hann leggur í. Men at ciga at áðurnevnda land eitir tað cama, sum danskarir ciga, er ein cannleiki við modifikkasjónum (har rakk sejið ikki til). Á íslendskum eitir landið til dømis soleiðis:


Á italskum eitir landið soleiðis:


Á fronskum eitir landið soleiðis:


Á katalanskum eitir landið soleiðis:


Á føroyskum eitir landið sambært almenna Málráðnum soleiðis:


- men á donskum eitir sama Suðuramerikanska land soleiðis:


Tí skal Málráðið bakka fyri omanfyrinevnda geografi, sum er ekspertur í málvísindum, alfabetum, atlasum og øðrum líknandi stavindum, og stava og skriva sum har Nirri, sunnanfyri Norra: Chile. Sami persónur varð boðin at gera Føroya fyrsta atlas, men leveraði ikki. Tjúgu ár seinni fekk hann aftur til uppgávu at gera Føroya annað atlas, men kundi ikki liva við at nakar skuldi rættlesa. Eingin onnur tjóð í allari verðini kann visa á ein og sama persón, sum á einum komplettum fakøki hevur fingið 100% ávirkan. Hóast hesi fakta fær hann sannført ein tulkingarfelagsskap um, at hann aldri varð boðin at gera hesi bæði atlas, men bara varð hildin uttanfyri. So er kríggj - um einki. Men nú gleði eg meg til ein spildurnýggjan og virðisløntan kilenskan film, sum Havnar Bio vísur 11. november. Í meðan fari eg at ynskja øllum lesarum, stavarum og bendarum eitt gott vikuskifti!