Skip to main content

Góðan fjúrtanda!


Góðan fjúrtanda! Soleiðis eitur dagurin í dag, fjúrtandi. Komandi ár verða 70 ára síðan tiltiknu fólkaatkvøðuna henda dag í 1946. Tá varð fólkið spurt, um vit skuldu hava eina heimastýrisskipan ella loysing. Orsøkin var, at bretar høvdu flutt okkum fram í nútíðina. Av teim 67,5%, sum atkvøddu, vóru flestu fyri loysing. Árið eftir varð D.P.Danielsen fyrsti blaðstjóri á partapolitiska mótmælistíðindablaðnum Fjúrtanda. Og lukkutíð verður nýggj samgonga skipað júst í dag, fjúrtanda í tveytúsundogfimtan. Innan hetta valskeið er runnið, raka vit tann 1. apríl í 2018 aftur ein 70 ára dag. Tað er dagurin, tá ið heimastýrislógin kom í gildi. Beint nú ein spennandi morgun við ríkum perspektivum í hvøssum ljósi, nú sólin reis í eystri. Var tað bara ikki fyri hasum lúsa vegskeltinum omanfyri, sum krossaði mína leið til arbeiðis. Álvaratos, á heimrustini hjá einum inkarneraðum tjóðveldismanni hevur sosialdemokratiska býarstjórnin fyrst grópað vegin upp, so ikki er gangandi, og síðan sett eitt fremmandamálsskelti til tey gangandi atkvøðuneytini í Havn. Nei, hetta boðar ikki frá góðum. Men kalt vatn í blóðið. Sólin er risin og vit vóna tað besta. Fyrst og fremst fyri høvuðsstaðin, sum nú er tvífalt umboðaður í einum og sama persóni báðumegin Vaglið, ið summi vilja opna, Vaglið altso. Bara henda gongd ikki verður útholað og innantóm fortíð, sum Carsten Jensen fyri 30 árum síðan sigur um danska vinstravongin í Sjælen sidder i øjet, sum í morgun hevur fingið heiðursplássið omaná frágreiðingini hjá Janusi Øssurssyni í 1958 um bløðini í Føroyum, meðan Fjúrtandi enn kom út, og eg var eitt ár. Tað er nokk so langt síðan. Eitt ár. Men livst, so spyrst. Our Day Will Come!