Skip to main content

Kanal, koloni, kaffi og kongur


Tað kundi verið ein ramsa hjá gentum, sum loftaðu við bóltum upp móti einum veggi í Christianshavn. Ein gamal, afturlatin býarpartur, sum nú hevur latið seg upp. Fýra ferðir K, kundu tær sagt. Sum í siglinum hjá Kristiani fjórða kongi, Chr. IV, Christian firtal ella Kristian kvart, ið er ein av kongunum, ið nógvastaðni sæst aftur, og hevur givið hesum niðurlendskt merkta býarparti í Keypmannahavn navn.


Við verjugarðin Christianshavns vold, omanfyri, er ein mylna frá 1669. Tá hevur fyrsti mylnarin bygt sær hús, og í 1783 er ein niðurlendsk mylna bygd á somu grund. Hon verður rópt Lille Mølle og hevur stóra søgu. Í 1916 keypti ungi verkfrøðingurin Ejnar Flach-Bundegaard og konan Johanne mylnuna og húsini til modernaða verksmiðju og íbúð.


Norrønt samstarv og suðurjútska sakin lá teimum tungt á sinni. Ejnar andaðist í 1949 og Johanne í 1974. Tá hevði hon testamenterað Lille Mølle til Tjóðsavnið. Enn tann dag í dag ber til at støkka inn á gólvið og uppliva stovurnar, sum tær vóru, tá frú Flach-Bundegaard enn ráddi fyri borgum, og fáa ein frokostbita við útsýni móti Vor Frelsers Kirke, sum varð vígd í 1640, og snaraða torninum, sum varð liðugt í 1752.


Fyri endanum á Christianshavns kanal er oyggin Christiansholm, kallað eftir Christiani sætta, sum í dag verður nevnd Pappírsoyggin. Hon savnar ferðafólk úr øllum heiminum, at síggja til nógv meir enn Christiania, sum seinastu mongu árini hevur verið millum fýra tey fremstu ferðamálini í Keypmannahavn.


So ein kongaligan avstingara til Fríðrik sætta í Dagmarbiografinum, tí movies are the best pictures. Tað segði amerikanski myndlistamaðurin Ad Reinhardt, sum Malmö Konsthall sýnir fram hinumegin Sundið í hesum døgum.


Í biografgongini stendur afrikanski róðrarbáturin hjá norska Jakob Oftebro, ið er Wulff í danska filminum Guldkysten (Daniel Dencik 2015), sum eisini Havnar Bio frumsýndi hóskvøldið.


Eins vøkur, og kolonitíðin kann lýsast í poetiskum brøvum, ið blómufrøðingurin Wulff skrivar úr danska partinum av Guinea í 1836, har hann skal planta kongsins kaffi, líka so ljót og grim verður kolonitíðin lýst í hesum filmi um trælahald og dreymin um hjálond, sum dekadentir og burtursagdir embætismenn sleppa at dusa sær í - á Gullstrondini í Afrika, Guldkysten.


Nýtt í donskum filmi í ár, er at lýsa egna hjálandasøgu, fyrst í Idealisten og nú í Guldkysten. Tað frøir meg, tí hagfrøðiliga eru danir hundrað ferðir klókari enn vit. Bravo, fyri hesum sjálvrannsakandi nýbroti í donskum filmi!


Møtti Michael Haslund-Christensen, omanfyri, á filmstevnu í Týsklandi í fyrrárið. Hann hevur produserað filmin Guldkysten, sum nú er liðugur og varð frumsýndur hóskvøldið. Tá leitaði Michael eftir fígging, at sleppa til Gana at gera fyrsta spælifilmin hjá Daniel Dencik lidnan. Vit tosaðu um Dollan í Kongo, kristnan og kapitalismu, og um kubanska filmin La Ultima Cena (Tomás Gutiérrez Alea 1976), har spanski góðseigarin bjóðar svørtu nekaratrælunum til veitsludøgurða. Vælmeinta og uppælandi ætlanin hjá ríka hvítkristnaða góðseigaranum er at læra ómentaðu svertingarnar í fyrsta lagi Bíbliusøgu og í øðrum lagi borðsið. Veitslulagið tekur yvirhond og einki gongur eftir ætlan. Hóast bestu spirituellu karmar, endar seinasta kvøldmáltíðin við drápi. Soleiðis er eisini í Guldkysten. Tað bera dráp og einki kaffi í kongsins danska navni.


Framvið Christianshavns kanal kanst tú í nógvum krókum hoyra veggir tutla fjøltáttaðu søguna um eitt lítið land, hundrað ferðir størri enn Føroyar, og tess kongar, sum í upp- og niðurgangstíðum heilt frá 1617 og til okkara dagar, droymdu um eitt koloniveldi, ið skuldi gera heimin til ein betri stað. Í hvussu er fyri dagsins kong og teir altíð aktuellu embætismenninar, so sum sæst í filminum Guldkysten, har teir tyrannisera alt og øll á afrikansku Christiansborg, sum frá havinum verður lýst sum ein strandaður hvalur. Í somáta er einki nýtt undir sólini. Alt er ein snyrlaður spiralur.


Í stættarsamfelagnum koma kongar og fara, Burmeister & Wain og Christiania eisini, men dekadenta embætisveldið í búkinum á hvalinum stendur við. Hugsa bara um nýggju revsingarrivini í grindalógini. Tað eru so ikki ólisnir ómentingar, sum eftir taksti hjá Arbeiðarafelagnum hava fiskað tey rivini upp av botni.


Eftir sýningina, ein stættarleysan hotdog við øllum, og eina gula sitrónsodavatn frá Frem í Ribe, sum strálar um kapp við hvøssu aftansólina á Ráðhúsplássinum.


Men dagsins hashseljandi christianittar, sum hava herðtikið besta blettin í Christianshavn, bíta høvdið av allari skomm.


Nú slepst ikki at fotografera í frístatinum, tí har ganga svartmaskuklæddir ninjadreingir í hettutroyggjum, at síggja til alvápnaðir. So desperatir, at her er best at halda seg burtur. Tað sæst í ivasomu hashjsølugøtunum, har øll sløg fáast undir fýra eygum handan hernaðarlig kamuflasjuteppi. Potensierandi machotypurnar eru sum ein stálfjøður, klárir at smella og bresta hvørja løtu. Hesar flættast ikki við, so eingin fotomynd innan úr frístátinum á hesum sinni.


Bara ein vón um, at hesin skammblettur, sum Christiana er blivini, skjótt verður sópaður burtur. Giti, at danski Fólkaflokkurin, sum nú hevur makt sum aldri áður, ikki hevur petti móti tí. Sjálvt løgeglan vágar sær ikki innar í hashjgøtuna. Men uttanfyri eru hundar og løgregla á varðhaldi og kanna øll mistonksom, ið ganga framvið. Orsøkin til henda snyrlaða mistrivnaðarspiral er teir maskuklæddu ninjamenninar, sum tú mást hugsa tær til.


Søguligar fasadur og nøvn í Christianshavn vitna um skiftandi tíðir, fokus og almennar uppgávur.


Í dag er jazzfesivalur í býnum og tað hoyrist aftur á torgum og strætum. Eisini í Sofie Kælderen, har Gasolin’ byrjaðu at spæla, og allar gullpláturnar einferð hingu á bróstinum. Tað var innan teir komu undir tufluna á kapitalismuni.


Men í Christianshavns Kanal, beint uttanfyri Sofie Kælderen, liggur Tuflan bundin við sjálvvirkandi lensipumpu.


Hyggur tú upp úr kanalini, sæst høga, vundna tornið á Vor Frelsers Kirke allastaðni í Christianshavn.


Upp eftir vegginum á Norðurbryggjuni klintrast figurarnir hjá íslendsku Steinunn Thórarinnsdóttir, sum eisini síggjast í Havn.


Nú sleppa vit Christianshavn, tí stundir eru at fara á Amager Strand at sóla sær. Hitabylgja við fleiri enn 30 hitastigum hevur rakt øll í Danmark. Morgindagurin krevur høgan sólfaktor. Bye bye!