Skip to main content

Ein ójavnur dystur: Løgtingið (26) móti Føroya fólki (48.795)



Í vikuni spurdu tveir av mínum amerikansku vinmonnum, sum skipa fyri fotosafari til Føroya og Íslands, um tað passaði, sum Sea Shepherd skrivaði í amerikanskum miðlum, at ferðafólk fingu bót og fongsulsrevsing, um tey ikki tóku lut í 'rituella grindadrápinum'. Hetta síðsta við tí rituella drápinum varð sagt við ertandi visuellum IS-skemti.

Teir og teirra professionella ferðalið hava upplivað grindadráp og vita, at tað púra ósentimentalt snýr seg um mat á borðið og einki annað. Men fleiri orkaðu ikki at síggja opna blóðbaðið, tí tað høvdu tey aldri sæð áður. Blóð er blóð og kennir eingi landamørk.

Eg svaraði teimum báðum myndamonnunum promte, at øðin og propagandamaskinan hjá Sea Shepherd var farin í gongd, tí eingin vildi tosa við tey á tíðindafundi á Føroya størsta hotelli. Bara almannavarpið var har og hevði einki at siga, hvørki teimum ella okkum.

Vit samdust um, at skeivu boðini burdu verið rapporterað til Facebook, har tey vórðu dámd av túsundum og sett í umfar meir enn nakra aðrastani. Sum sagt so gjørt.

Vit klagaðu um skeivu, einoygdu og ágangandi hatespeach-boðini hjá Sea Shepherd mótvegis lítlu friðarelskandi Føroyum við heimsins elsta, mest representativa og klókasta parlamenti.

Svarið kom sama dag: We reviewed your report of Sea Shepherd Faroe Islands Campaign's share. Thank you for taking the time to report something that you feel may violate our Community Standards. Reports like yours are an important part of making Facebook a safe and welcoming environment. We reviewed the share you reported for containing hate speech or symbols and found it doesn't violate our Community Standards.

Eg skuldi havt lisið betur uppá. Tí hesuferð gjørdi eg fyrst Sea Shepherd órætt og síðani boðberanum og almannavaglinum Facebook órætt. Sea Shephard hevði rætt í sínum uppáhaldi um at ferðafólk kunnu kriminaliserast við at fáa 25.000 krónur í bót og fongsulsrevsing í tvey ár, um tey tiga ella hyggja burtur, tá grind er í føroyskum farvatni, nú kallað sjóumveldinum.

Nú berjast vit í Føroyum ikki móti Sea Shepherd, men móti Føroya løgtingi, national intelligence on parliament road number one.

Tað er ikki fairplay, eitt samt løgting móti Føroya fólki. Veit ikki, um tann ítróttargreinin verður íðkað á bankaleikunum í skattaparadísinum í Ermarsundi. Tað eigur løgmaður, ið umsitur tað útliska, at hava eina meining um. Spyrst, so livst!