Skip to main content

Vælkomin á Føroya mest ópedagogiska festival!


Filmsummæli: Vælkomin á Føroya mest ópedagogiska festival! Hann eitur G! stavað við G, sum í Gomorra, og verður stuðlaður av eini ølfabrikk. Og nú ganga tey saman, ølin og festivalurin, at fáa fólk at drekka meira øl. Afturfyri fáa tey meira tónleik, í hesum føri frá Ranchus á filmi.


G-filmurin um nýggju G-ølina varð frumsýndur í Gøtu í kvøld. Tað eru Thomas Koba og Niels Arge Galán, ið hava gjørt lýsingafilmin, ið er knappar 4 poolpeppaðar minuttir til longdar, og Regin W. Dalsgaard hevur havt leiðsluna av subversiva ølprojektinum um hendi.


Eins og filmarnir hjá Ferðaráðnum, byggir hesin lýsingafilmur á heimligan tónleik, ja er í roynd og veru ein rockvideo kring barrina hjá Okkara. Tað er bólkurin Ranchus, ið spælir egnan tónleik. Mitt í filmaðu lýsingasøguni, stroyir sangarin, Sigmund Zachariasen, flormelis út á barrdiskin og snøggar við einum Visakorti, so ein hvít strípa er eftir, sum hann so eltur uppá holukøkur afturvið súltutoyi. ’Ikki er alt flor, sum florérar’, kundi tú sagt, sligið teg á lørini og flent hart, ella ilskast inn á ungdómin, sum flirtar við disaster.


Júst hetta er eyðkennið í hugvekjandi poltiskt ókorrekta ølfilminum, sum hvørki er góðkendur av Heilsuráðnum, Fráhaldsrørsluni ella Pedagogfelanum. Hann gongur sínar egnu undirgrundsleiðir, stutti lýsingfilmurin, sum á yvirflatuni er um øl, ungdóm og ólevnað, men undir narkosex-jaðurinum er um fordómar og sum missión hevur at skapa stuttligan felagsskap.


- Filmurin kann aldrin vísast í nøkrum almennum fjølmiðli, tí hann inniheldur sex, drugs and rock'n'roll. Eitt nú berjist Annika Hoydal við ein transvestitt um eitt spæl av pool, sigur Regin lokkandi.


Og hetta við at lokka, er natúran í lýsingamarknaðinum og øllum átøkum, sum har eru. Men eg má siga, at eg eri neyvan nakrantíð vorðin so visuelt lokkaður, sum í hesum stutta, men vitborna føroyska lýsingafilmi. Eitt fyllishorn av sitatum og sipingum til klassiskar plátuhúsar sum Sgt Pepper, og altjóða filmar sum Eyes Wide Shut og La Grande Buffe, føroyskar filmar sum Ludo og Eins og einglar vit falla, lýsingafilmin Ráa freistingin og tónleikalig kultfyribrigdi, sum gimpurin á gólvinum.


Regin sigur, at Okkara hava gjørt eitt samstarv við G!, har 50 oyru av hvørjari øl fer til spælistaðið, sum av fyrstan tíð var aðalmálið hjá G! Avtalan er prentað á margarinpappírð hjá Vita. Stuttlig endunýtsla av einum brandi, sum Okkara eisini eigur!


- Hugskotið til lýsingaátakið er, at eingin veit hvat G! egentliga er fyri nakað. Fólk, sum ikki kenna G!, hava oftani ein ímynd av Sodoma og Gomorra. Men tey sum eru á G!, kenna seg ikki aftur í tí hugsanini. Vit vildu hava eina abstrakta lýsing, sum ikki er 1:1, men ein lýsing, sum skal síggjast fleiri ferðir, fyri nøkunlunda at síggja ein samanhang og avlíkavæl ikki, siga Thomas, Niels og Regin, ið standa saman um lýsingafilmin, sum er gjørdur fyri Okkara.


Umframt at filmurin er flottur, fantastiskt handverk og framúr pall- og ljósseting, haldi eg eisini, at uppgávan at leggja eina stuttliga ironiska distansu inn í filmin, nakað sum don't try this at home, frá tí dysfunktionella til tað kula, er væleydnað. Bravo samskiftisavrik!


Men stovureinur í vanligari fólkapartísmerking, tað verur filmurin aldrin. Tey eru heldur ikki hansara ørindi, tí eydnast hann so væl. Til lukku við enn einum listarligum lýsingafilmi afturvið eini nýggjari festivaløl, sum verður latin upp og skonkt - í Gøtu í kvøld!