Skip to main content

Nýggja Sangbók Guds Fólks á svalanum


Meðan tað verður sungið úr sálmabók í kirkjuni, veður sungið úr sangbók í Brøðrasamkomuni. Tað er einki at taka seg aftur í, at eingin hevur sum Brøðrasamkoman gingið undan at seta fólksligt føroyskt mál á prent. Kanska hevur kirkjan og tornið, sum sæst í hvørjari bygd, verið áminningin og drívmegin, at berjast móti allari verðsligari yvirvøld og kúgan, tá um Gudsorðið galt. Tað var millum teg og Várharra, persónliga orðið, ja, og so eisini samkomuna, har vitnað varð á gerandismáli, tváða reint fyri fremmanda imperialismu, á føroyskum. Fyrsta føroyska sangbókin hjá Brøðrunum Sálmar kom í 1920 og taldi 85 andligar sangir. Í 1928 gav samkoman Betesda út eina Evangeliska songbók við 355 sangum, eisini donskum og í 1932 kom Guds Fólks Songbók við 428 sangum. Fyrsta stóra savnið undir heitinum Sangbók Guds Fólks kom í 1952, og í 1976 kom onnur útgávan við 1192 sangum, har teir flestu, 870, vóru týddir av Victori Danielsen, sum eisini hevði upprunayrkt 27, umframt at hann týddi Nýggja testamenti, sum kom í 1937, og alla Bíbliuna, sum kom í 1949. Nú eru 39 ár liðin, síðani seinasta útgávan av Songbók Guds Fólks kom, og nógvir sálmar og sangir, sum verða nýttir í samkomunum kring landið, eru komnir afturat. Í meiri enn tíggju ár hevur verið arbeitt miðvíst við Nýggju Sangbók, ið hevur undirheitið Guds Fólks, sum verður løgd fram á samfelagsmøtum í Betesda hvítusunnudag kl 15. Í Nýggju Sangbók eru 1504 sálmar, sangir og kór. Ikki færri enn 700 av teimum hevur Victor Danielsen týtt ella yrkt sjálvur. So eins og hin undanfarna, er sangbókin hjá Brøðrunum so nógv tann størsta í øllum landinum og helst í Norðurlondum við. Tað er Sálmabókagrunnurin, ið hevur lagt arbeiðið til rættis og gevur út. Í Sálmabókagrunninum eru Jógvan á Lakjuni, sum sæst omanfyri við nýggju sangbókini, Árni Jacobsen, Jóannes Hansen, Meta av Fløtum, Niels Johannesen, Alexander Samuelsen og John í Skemmuni. Effzett við Flóvini Tyril og Zachariasi Zachariassen hava gjørt forarbeiði, Øssur Berghamar hevur ráðgivið og Anna Simonsen tók sær av grafiska arbeiðinum. Uttan at hava roynt og lisið hvønn einasta sang, ella sálm, sum nú er loyvt at siga í hesum høpi, so eri eg so óalmindiliga fegin um, at hesin hjá Martini Joensen er tikin við, Uttan teg, nummar 706. Til lukku við nýggju sang-, sálma og kórbókini og gleðiliga hvítusunnu!