Skip to main content

Er Havnin vakrari enn Havana?



Her er nýggjasta ferðandi listafotobókin hjá amerikanska Clay Lipsky (f.1974). Sum perman bendir á, er hon úr Havana. Fyrr hevur hann gjørt fotobøkur úr m.a. Salton Sea, har suðuri í Kalifornia.

- Tað er flott í Føroyum, segði hann í september í 2012, tá eg hitti hann í Vágsbotni. Men hvat er vakurt, spyrji eg hann, og hvussu fangar tú vakurleikan og brúkar hann í fotolinsuni, og gevur tað nakra meining at klikkja á knøttin og fanga eitt motiv her og eitt annað har, bara tí tað er vakurt? - Jú, sigur Clay, sum altíð hevur ein setning, eitt miðvíst mál, sum aldri hvílir, tá hann arbeiðir sum listarligur myndamaður. Beint sum hann var komin til Havnar, tók hann til dømis hesa myndarøð av einum loti, a wind whisper, í Vágsbotni innan úr einum glugga og úti framman fyri Impo og út á vágna. Eg sá einki. Men hann sá eina visjón á einum stað, hann aldri hevði vitjað áður.


Clay Lipsky býr í Los Angeles og lýsir seg sum myndlistamann. Hann hevur vunnið Emmy virðisløn sum grafikari og hevur arbeitt fyri Fox Sports og aðrar sjónvarpsstøðir, í filmi, tónleiki, video og á prenti og í margmiðlum. Umframt egnar fotosíður á netinum, ger hann grafikkin á blogginum Lenscratch. Um persónliga arbeiðið og afturvendandi myndaevnið sum listarligur fotografur, sigur Clay:

- Working as a graphic designer has made me a chameleon of visual styles and this greatly influences my photography. Yet despite the variety of techniques, my art revolves around recursive themes. The core concept is best described as “man vs. world” as I am continually exploring the protaganist of mankind and how he shapes, interacts and is affected by the ever evolving landscape of modern society.

Góðan myndadag, í Føroyum og alla staðni í Verðini!